Far inn á www.islex.is . Far inn á www.ordnet.dk , www.translate.google.dk ella kanska www.obg.fo, so sært tú, hvussu málslig amboð kunnu verða umsitin og veitt brúkarunum á netinum – ókeypis. Netið er ókeypis, og tað er tað, sum fólk rokna við. Eru slíkar tænastur ikki ókeypis, verða tær ikki brúktar. Føroya fólk, sum umvegis skatt og avgjøld longu hevur goldið fyri menningina av flestu orðabókunum, hevur krav upp á ókeypis orðabókatænastu á netinum. Óansæð um tey ganga í hesum ella hasum skúlanum ella búgva í hesari ella hasari kommununi. So einfalt er tað. Men sjálvandi kosta slíkar skipanir nakað av peningi. Tað ger telduskipanin hjá eitt nú TAKS, sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum, Mentamálaráðnum, løgtinginum ella Tórshavnar kommunu eisini. Tí er mín stutta áheitan á landsins kosnu politikarar: “Farið inn í fíggjarlógina nú millum 2. og 3. viðgerð og finnið tær krónurnar, sum skulu til at røkja ein føroyskan orðabókaportal. Tá hevur allur heimurin atgon...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.