Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2016

Óendaliga vera - Marjun Syderbø Kjelnæs

Summarfrítíðin er eitt gott høvi at lesa. Tað er tó ikki á hvørjum sumri, at man fær møguleikan at lesa eina nýggja føroyska skaldsøgu, men soleiðis var í summar. Bókadeildin gav nevniliga í juni mánaði út Óendaliga vera eftir   Marjun Syderbø Kjelnæs . Talan er um eina góða skaldsøgu, Óendaliga vera er nevniliga bæði fangandi og hugvekjandi. Stuttu brotini og knøppu skiftini skapa eina livandi og spennandi frásøgn. Bókin er full av sterkum persónslýsingum og ríkum myndamáli, su m saman við mongu tilsipingunum geva frásøgnini bæði flog og dýpd. Skaldsøgan viðger m.a., hvussu tað er at liva við óforloystum spurningum innan trúarlív og kærleikslív. Søgan sigur okkum, hvussu sterkar hesar kreftirnar kunnu vera, og hvussu tær saman við tøgnini kunnu gerast ein tung køvandi dýna, sum førir til bæði ótta, svik og rótloysi. Bókin kundi lætt blivið moraliserandi og dømandi, men hesum leikluti skákar hon sær tíbetur undan. Hon sigur ‘bert’ søguna um Veru, leon og teirra umhvørvi o...