Gott fundarfólk og góðu fyriskiparar av fólkafundinum á
Skarðinum. Takk fyri heiðurin at sleppa at flyta fram nøkur orð her í dag.
Hendan fagra augustdag, ið neyvan kundi verið nógv betur valdur, hóast Víkingur
spælir júst nú.
Vit hava í dag vunnið niðan á Skarðið. Um eina løtu, tá
hendan løtan er liðug, fer onkur víðari niðaná, og onkur fer til húsa aftur.
Kanska onkur tekur túrin til Hellurnar, og onkur steðgar á eina løtu. Vit hava
øll okkara egnu ferð og leið. Stundum einsamøll og stundum í felag.
Hvar er
rás? Spyr Regin Dahl í eini av yrkingum sínum. Hvar er rásin um reynið? Eitt reyn, tað
kundi eisini verið eitt skarð, boðar frá, at okkurt er hesumegin og okkurt er
hinumegin. Spurningurin er, hvar er rásin um reynið? Hvar er rásin frá tí
kenda, tí vanliga, tí vit trívast í ella kanska als ikki trívast í og til nakað
annað. Nakað nýtt?
Sum menniskja og sum samfelag eru vit áhaldandi leitandi
eftir hesi rás.
Eg
viltist í dalinum longu,
og hvørja ferð eg vil til gongu,
Er hamari fyri
og hvørja ferð eg vil til gongu,
Er hamari fyri
Sigur yrkingin í fyrsta ørindi. Vit kenna helst øll kensluna
av, at óansæð hvagar vit fara, so er hamari fyri. Forðingar innan í okkum ella
forðingar uttanum okkum. Forðingar, sum koma til sjóndar, hvørjar ferð vit fara
til gongu hendan ella handan vegin.
Vit vera fyrr ella seinni noydd at klúgva; at leggja á
hamaran okursvegna. Finna onkra rás. Summum tørvar stuðul og hjálp at koma
burturúr dalinum og vinna á hamrinum. Hjálp at koma niðan á skarðið. M.a. tí
ella serliga tí hava vit eitt samfelag, ein felagsskap, har vit hjálpast at.
Vit hava eina familju, vit hava eitt grannalag, eina samkomu, eina bygd, eina
tjóð. Vit hava felagsskapir, sum kunnu hjálpa okkum at klúgva úr dalinum. Tí
onkuntíð í lívinum munnu vit øll standa har.
Men...
Klúgvi
eg upp um hamar og knøtt,
So er oyði og eyri har uppi –
har lætt er til fóta, tí gøtan er sløtt,
er køvandi móra.
So er oyði og eyri har uppi –
har lætt er til fóta, tí gøtan er sløtt,
er køvandi móra.
Tá vit hava klovið um hamar og knøtt er ikki víst, at tín rás
er beint har, ella at tær hóvar tað, tú sært. Kanska er tað sum í yrkingini bert
oyði og eyri har uppi. Munnu vit ikki øll eisini kenna hesa støðuna. Tá vit
hava stríðst og stevast fyri einum hvørjum. Vunnið á forðingum, sum man trúði
vóru óyvirvinniligar. Tá man hevur nátt einum máli. T.d. eini útbúgving, einum
føroyameistaraheiti, einum starvi, einum tindi ella øllum Føroya tindum. So
stendur man knappliga hinumegin málið við eini tómari kenslu. Gongur so fram
eftir sløttum, har lætt er til fóta eina løtu. Har ganga kanska tey flestu og
alt gerst kanska tann bera móra. Tað gerst trivielt, og vit vilja víðari. Altíð
víðari á ferð. Vit eru liðug at klúgva. Nú vilja vit á flog. Tað er ikki nokk
at hava vunnið niðan úr dalinum. Vit fáa ongantíð nokk. Ja í dagsins samfelag
tykist einki vera nokk. Vit skulu helst verða flúgvandi. Allatíðina. Í øllum
førum látast sum um.
Fleyg eg mær sum hin sterka ørn
upp um hægsta tind -
kendi eg annað enn kaldan vind
frá tómastu oyði?
Yrkjarin spyr. Um nakað annað enn kaldur vindur ella tómasta oyði er, tá vit megna at flúgva um hægsta tind. Tað er ikki gott at vita, men um vit ikki megna at fóta okkum, har gøtan er sløtt, uttan at renna okkum í køvandi móru, so trúgvi eg, tað verður trupult at møta nøkrum øðrum enn kaldastu vindum, tá vit hava flogið upp um hægsta tind. Fríggjakvøldið vann ein vestmenningur í Havn 3,4 milliónir. Hvør vildi ikki ynskt sær tað? Tá verturin so spurdi, hvussu hann hevði tað, so svaraði hann, sum bara vestmenningar kunnu svara. Ja nú verða helst nógvir spurningar at taka støðu til. Vónandi fer hann ikki at merkja kaldan vind og tómastu oyði, tá spurningarnir skulu svarast, hóast hann við gekkinum flýgur har omanfyri tindarnar, har vit onnur bara droyma um at koma.
Vit uppliva í hesum døgum einar ríkari Føroyar enn nakrantíð. Bæði í peningi og fólki. Øll met vera sligin dagliga. Arbeiðsorka, bilasølur, fólkatal, byggikranar, ferðafólk og skattinntøkur til lands- og kommunukassar. Hóast alt hetta ríkidømi, so uppliva vit kaldari vindar og eina ræðandi oyði, tá tey, sum vit hava valt at stýra, skulu taka avgerðir. Vit hava vunnið okkum so langt upp á ríkidømisins skala, at hugflogið hevur trupult við at fylgja við og enn truplari er at ganga í takt heildini at frama. Vit megna als ikki at steðga á. Øll hava meiningar um alt. Vit renna frá hesum til hetta. Serliga mentalt. Miðlar tøla og ørkymla okkum. Kappingin um dagsins dýrabærastu vøru, okkara uppmerksemi, er hørð og eirindarleys. Politikarar og aðrir myndarar av meiningum, handilsvinnan, portalar, ið ynskja okkara klikk, okkara uppmerksemi og tilvit. Ja, røðin av teimum, sum vilja tekkjast okkara uppmerksemi, er long, og kappingin er eirindaleys. Tí er ikki løgið, um onkur í dag spyr, ja kanska nógv okkara, sum her eru, spyrja eins og Regin Dahl:

Er nakað
blánandi, freistandi skarð,
ið beinir at reinleikans bygd?
er yvirhøvur ein leið fyri mær?
Hvar er rásin um reynið – hvar?
ið beinir at reinleikans bygd?
er yvirhøvur ein leið fyri mær?
Hvar er rásin um reynið – hvar?
Er yvirhøvur ein leið fyri mær? Hendan spurning seta fólk í
størri mun í dag enn nakrantíð. Í dagsins samskiftismeldri er skjótt at missa
seg burtur. At síggja falskar myndir, lesa følsk tíðindi og at framleiða
falskar myndir av sær sjálvum og skriva falskar søgur um seg sjálvan. Ja tað er
í heila tikið sera trupult at skyna á, hvat er rætt og skeivt. Seinast eg hugdi
at facebook tiltakinum á Skarðinum vóru 12 luttakarar, og bert tveir teirra
vóru mínir vinir. Eftirfarandi. Tja. Alt gongur skjótt, og mongdin av
upplýsingum er ovurhonds stór. Tey, sum liva av at skapa forvirring,
fíggindamyndir, ótta og vreinging av faktuellum veruleikum, hava góðar dagar.
Og tíverri eru hetta ofta tey somu, sum tráa eftir valdinum á samfelagnum og valdinum
á okkara tilviti.
Kend eru orð Jesusar til lærusveinarnar: Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata
sál sína afturfyri!
Sum menniskja mugu vit kenna sál okkara og røkja hana. Vit
mugu eisini røkja sálina í vinarbondum og í landinum, okkum er tillutað at liva
í. Hetta kemur ikki av ongum, og vit mugu stundum arbeiða yvir, um vit skulu
finna rás okkara. Bæði sum menniskja og medmenniskja. Vit mugu tora at bera
yvir við okkara nærmastu, at finnast at, og sanniliga eisini at tiga og lurta. Eydnan
finst ikki á netinum. Tú finnur ikki teg sjálvan í googletestum um uppruna ella
líkleika millum teg og onkra ítróttar- ella filmsstjørnu, tú broytir einki
politiskt við at oysa gor og gall út á Facebókina, og tú snýtur fyrst og fremst
teg sjálvan við at apa tær eftir følskum sjálvsmyndum. Hvør skrivar
statusuppdateringar um lívið í dalinum, tá man er umgyrdur av homrum, sum eru
óyvirvinniligir? Hvør livestreamar, tá man tvassar í móruni gangandi eftir
sløttum?
Okkara uppvaksandi ættarlið líður undir einum stórum trýsti,
sum lítið og einki hevur við teirra rás at gera. Í øllum førum ikki um hon skal
vera burðardygg og haldfør. Eitt trýst, sum í stóran mun er skapt av eini
samanrenning av curlinguppvøkstri, ovurstórari tíðarnýtslu á netinum ella í
einsemi saman við einum playara og skíggja og so samfelagsligu krøvunum í skúla
eins væl og øðrum sosialum samanhangum. Hetta trýst laðar hamrar kring tey. Fleiri
og fleiri fáa alsamt truplari at koma niðan á, og standa spyrjandi eftir í
dalinum. Hvar er rásin um reynið?
Tað er tí umráðandi, at vit ikki bara hugsa um okkara egnu
rás, men eisini taka hond um okkara børn og ungu og hjálpa teimum ávegis.
Seinasta ørindi í vøkru týðingini av norska sanginum De nære ting er ikki so langt frá Jesu
talu til lærusveinarnar.
Tann
eydan tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært
hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært
Vit eru nú stødd í okkara føroysku heimahøll. Her í Guðs fríu
og vøkru náttúru. Vit koma út higar. Ja omanfyri okkum hava vit sjálvt Altarið,
og í allar ættir er vakurleiki at síggja. Hetta er tað vit eiga saman, og hetta
er beint her. Við at vera saman, syngja saman, røða saman, ganga saman kunnu
vit læra at elska alt hetta og fram um alt finna ein innara frið í okkum
sjálvum, sum styrkir okkum og leiðir okkum á okkara rás um reynið.
Ein av ríkastu persónunum í nútíðar heimssøguni er Steve
Jobs. Uppfinnari og mennari av appletøknini, sum vit kunnu siga á sín hátt broytti
heimin. Á deyðastrá bert 58 ára gamal gjørdi hann støðuna upp, og kom m.a. við
hesum ráðum.
“Burturmist ting kunnu finnast aftur. Men eitt kanst tú ikki
vinna aftur, um tú missir tað. Lívið. Óansæð, hvar í lívinum vit eru stødd
beint nú, so standa vit øll einaferð yvir fyri tí degi, tá leiktjaldið verður
drigið fyri seinastu ferð. Virðismet tí kærleikan frá familju tínari, kærleikan
frá tínum hjúnafelaga, kærleikan frá tínum vinum. Far væl við øllum fólkum og
ver vinarligur við tínar grannar.”
Hetta kann vera trupult og ørkymlandi at liva upp til, hóast
vit kunnu nikka játtandi, tá vit hoyra tað.
Í skaldsøgurøðini eftir Jens Paula Heinesen Á ferð inn í eina óendaliga søgu, sum eg
vil mæla øllum til at lesa, fylgja vit hesum stríði gjøgnum høvuðspersónin
Hugin. Hann villist í dølum, hann gongur fram eftir sløttum í móru. Hann roynir
eitt sindur av hvørjum fram móti dreyminum um at gerast rithøvundur. Miðskeiðis
á leiðini skrivar hann yrkingina Eitt
dýpi av dýrari tíð, sum vit helst øll út frá okkara persónligu søgu og rás kunnu
kenna aftur. Serliga tær síðstu fýra reglurnar:
Veit eg at
lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní
Takk fyri at tit lýddu á, og blíðan byr víðari frameftir
tykkara rás. Í dag, í morgin og í mongum ókomnum døgum. Takk fyri!
Comments
Post a Comment