Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2018

Frá Siri til Hammershaimb - Ein heilsan til nývalda málráðið á fyrsta skúladegi 2018

Føroysk lesi- og skriviveik hava als ikki somu amboð, sum okkara grannar hava. Føroysk barnagarðsbørn eru farin at spæla meira og minni á enskum saman, og føroyskur ungdómur møtir í alsamt minni mun sínum egna móðurmáli í virki sínum. Føroyska málið fer at fáa risastórar avbjóðingar, um vit ikki taka talgildu samskiftieksplotiónina í størri ávara. Ja helst tær størstu síðan Hammershaimb og Dr. Jakobsen vóru uppi á døgum. Vit kunnu velja at stinga høvdið í sandin og lata føroyska málið spakuliga blíva nakað eksklusivt og síðani hvørva, ella vit kunnu gera nakað við tað og skapa eitt móðurmál fyri øll. Á frálíkari ráðstevnu um orðblindni herfyri var sjón fyri søgn, at føroyingar ikki hava atgongd til sítt móðurmál á jøvnum føti við onnur. Serliga eru tað møguleikarnir at flyta talu til tekst, sum vóru hugtakandi. Hesin møguleiki, sum í dag finst á øllum okkara grannamálum, fer at kollvelta atgongdina til málið, serstakliga skriftmálið. Við Facebook, SMS, Twitter, telduposti, ja all...

Hvar er rás? Røða á fólkafundi á Skarðinum august 2018

Gott fundarfólk og góðu fyriskiparar av fólkafundinum á Skarðinum. Takk fyri heiðurin at sleppa at flyta fram nøkur orð her í dag. Hendan fagra augustdag, ið neyvan kundi verið nógv betur valdur, hóast Víkingur spælir júst nú. Vit hava í dag vunnið niðan á Skarðið. Um eina løtu, tá hendan løtan er liðug, fer onkur víðari niðaná, og onkur fer til húsa aftur. Kanska onkur tekur túrin til Hellurnar, og onkur steðgar á eina løtu. Vit hava øll okkara egnu ferð og leið. Stundum einsamøll og stundum í felag. Hvar er rás? Spyr Regin Dahl í eini av yrkingum sínum. Hvar er rásin um reynið? Eitt reyn, tað kundi eisini verið eitt skarð, boðar frá, at okkurt er hesumegin og okkurt er hinumegin. Spurningurin er, hvar er rásin um reynið? Hvar er rásin frá tí kenda, tí vanliga, tí vit trívast í ella kanska als ikki trívast í og til nakað annað. Nakað nýtt? Sum menniskja og sum samfelag eru vit áhaldandi leitandi eftir hesi rás. Eg viltist í dalinum longu, og hvørja ferð eg vil til gongu, E...