Eg geri mær vanliga túrar eftir Gamla Leirvíksvegi. Av Varmakeldueiði
og til Leirvíkar. Tað eru átta kilometrar í alt aftur og fram. Tá man nærkast
Leirvík sæst yvir á Borðoynna á Háskúlan í Føgrulíð. Tá vakna visjónir og dirvi,
og tankarnir um Símun og Rasmus og teirra ávirkan á føroyska samfelagið kunnu
skjótt fáa hugin at sveima, so teir fýra kilometrarnir vestur aftur á Eiðið eru
lættir. Hesir menninir, sum nærum bert við teirra egnu evnum og býanti fóru
undir at menna føroyskt tilfar til frálæru og undirhalds, hesir menninir sum
høvdu sum aðalmál at kveika føroyskan ungdóm, so hann var mentur at bera
føroyska samfelagið fram sum eitt modernað samfelag. Teir sóu týdningin av
teirra leikluti í einum størri og frameftirlítandi høpi í einum samfelag har
vit ikki eingongd høvdu eitt fakfelag, og har læring ikki lág fremst í huganum
á vanliga føroyinginum. Fiskaarbeið ella tænastugenta, ein kjansur undir
Íslandi eftir fermingina ella húskallur var meira framtíðarmyndin man sá fyri
føroyskan ungdóm.
Høvdu háskúlamenninir upplivað føroyskan skúlaskap og
føroyska samfelagið í dag høvdu teir ivaleyst fegnast almikið um alt sum
burturúr er komið. Neyvan høvdu teir skilt samfelagið og avbjóðingarnar vit
kjakast um til fulnar, og helst høvdu teir rist á høvdinum av og á, tá umræður
evni okkara at síggja týdningin í tí stóra perspektivinum.
----
Eg havi nærum uttan slit frá tí eg fór í forskúla hjá
nonnunum í 1978 verið ein leikari á føroyska skúlapallinum. Frá 1978 til 1992
sum næmingur í fólkaskúlanum og studentaskúlanum. Síðani sum skrivstovulærlingur
og handilsskúlanæmingum og at enda sum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Frá 2001
havi eg arbeitt innan miðnámsskúlaøkið og mín sann um eg ikki gangi á 14. ári
sum foreldur at fólkaskúlanæmingum. Fýra í tali. Eisini havi eg verið so heppin
at royna meg sum borgarstjóra, kommunustýrislim, skúlastýrisformann og lim í
alskyns arbeiðsbólkum skúlanum viðvíkjandi. Mín gestarøða er ein cocktail av
mínum royndum og hugsanum frá øllum møguligum síðum um skúlaskap og
læraraleiklutin. Skúlaskapur er í stóran mun mítt lív, tí tað gevur meining og
hevur týdning.
Ein av avbjóðingunum at virka í skúlanum er at onkusvegna eru
øll serfrøðingar í skúlaskapi, tí øll hava verið har og gjørt sær drúgvar
royndir. Bæði av tí góða og minni góða. Hugsi eg um mín egna barnaskúla, so er mangt
og hvat man kundi tikið fram. Tað er tað hjá okkum øllum. Tað mesta sum rennur
mær í hug er tíbetur gott, okkurt minni gott tó, men eg kann faktiskt ikki koma
í tankar um nakað, sum hevur volt mær varandi mein. Men so ella so er mín egna
skúlagongd ein støðug inspiratión í mínum starvi og tað rokni eg við tað eisini
er hjá tykkum, hóast hollar útbúgvingar.
Faktiskt eri eg komin til tað sannroynd, at mær dámdi væl
skrøppu karmarnar í Nonnuskúlanum, og eg haldi vit lærdu eina rúgvu av tí. Mær
dámdi somuleiðis leysu karmarnar vit fingu í framhaldsdeildini í
Kommunuskúlanum og tíðin í Hoydølum er og verður ógloymandi. Hesi 14 árini hava
í rættiliga stóran mun formað meg fakliga og menniskjaliga. Hesi árini formað
ikki bara meg, men øll føroysk børn. Bæði tá og í dag. Tí er lærarastarvið um
ikki tað mest umráðandi starvið yvirhøvur, so øgiliga tætt við. Og tí eiga
almenningur, politikarar og sanniliga eisini vit skúlafólk at virða tað sum
slíkt. Ja kanska byrjar virðingin hjá okkum sjálvum. Tað vendi eg aftur til.
Stjørnustundir
í skúlanum
Í míni skúlatíð vóru stjørnustundir, sum hava sett seg djúpt
og skapt varðandi ella um man vil burðardygg virði fyri meg. Í Nonnuskúlanum
minnist eg einaferð, eg bleiv biðin um at koma uppá loftið. Tað var ikki
smávegis at blíva boðsendur soleiðis. Eg var kosin at lesa andaktina
fríggjamorgunin fyri øllum skúlanum. Hví? Jú, fekk eg at vita, tí eg sang so
hart og dugdi væl at lesa eisini. Hetta fekk eg ikki at vita frá hvørjum sum
helst. Nei tað var Systir Maria Teres sála, sum var varaskúlastjóri. Vit
kallaðu hana Systir meget tilfreds, tí tað var hon sum oftast. Eg minnist ikki,
hvat eg las, men tað gekk upp á stás, og eg las eisini javnan eftir tað. Hetta
gav sjálvsálit, og eg fekk eina trúgv fyri lívið uppá nakrar førleikar, sum eg eri
voksin í og brúki beint, sum eg standi her. Røddin kundi nú brúkast til annað
enn kappsynging um at syngja harðast.
Eina aðru ferð í kommunuskúlanum høvdu vit nýklækta og
syngjandi dansktlæraran Palla. Vit, sum í skúlastovuni sótu, vistu einki um, at
hann var tónleikari, og at Glætaðu spælimenninar og systrina Jakobinu, sum nú
er gift við fráfarandi formanninum í lærarafelagnum, vóru topp of the popp tá. Eg
veit ikki, um eg var fyrsti næmingur at lata ein telduskrivaðan stíl inn í
kommunuskúlanum, men tað mundi vera tætt við. Eg eri vinstrahandaður, og mín
fagurskrift hevur ongantíð verið nakað at reypa av, tí var teldan ein
opinbering. Onkrir av hinum lærarunum vildu ikki síggja teldustílar, men Palli
gav mær 11 fyri ordan. Onkrar av gentunum blivu eitt sindur firtnar, men
Pallasa viðmerking var “hatta er jú perfekt skrift.” Perfekt skrift hjá
dronginum, sum í eini 8 ár hevði knoklað uttan stórvegis úrslit við
fagurskrift. Sig so tað.
Í Hoydølum fingu vit so m.a. Katrin Thomasen í geografi, og
hon gav mær mítt fyrsta og higartil einasta 13 – tal fyri eina uppgávu um
demografiskar avbjóðingar í Peru. Tað var eg sjálvandi fegin um, men tað, sum
eg var allarfegnast um, var hennara skrivliga viðmerking. Hon skrivaði “Tú
hevur líka lættan penn sum abbi tín.” Puha fyri eina viðmerking. Abbin, sum
hevði givið eina og onkuntíð tvær bøkur út um árið nærum øll míni skúlaár og
var landskendur fyri sítt lætta mál.
Eg kundi hildið á at nevnt stjørnustundir. Tá Margretha Næss gav
mær pláss á leikpalli á fyrsta sinni, tá Óla Jákup í Leynum gav mær kjansin við
cornettini til katólska jólaguðstænastu, tá Mannbjørn ítróttarlærarin bjargaði
tí illa stadda dronginum, sum ikki megnaði skúlarenningina, ella tá vit fóru
lestrarferð við Jóannes Eli og Theodor til Gjáar eina heila viku.
Vit kunnu øll koma í tankar um slíkar stjørustundir í
skúlanum. Tað, sum er felags við slíkum minnum er, at tey vitna um lærarar, sum
tordu at geva frá sær. Sum opnaðu og elskaðu sínar næmingar. Sum góðu gávur, ið
man kann taka við sær í lívsins førningi. Maria, Palli og Katrin góðu mær
trúnna á mína rødd, mína skrift og mínar samskiftiseginleikar. Ikki smávegis.
Og eg rokni ikki við, at tey eftirsíðan hava gáa stórvegis um tað. Tey gjørdu
tað bara.
Eingin teirra fylgdu nakrari námsætlan, málstýringaramboðið ella
førleikametingarætlan. Kanska tvørturímóti. Tey brúktu sín menniskjakunnleika,
sína sunnu fornuft og við positivum virðisløddum orðum og gerðum sáddu tey eitt
fræ í ein sárbæran og til tíðir óstýriligan smádrong, sum hevði mangt annað at
stríðast við. Tey meistraðu relasjónshandverkið til fulnar.
Og tað má vera uppgávan hjá okkum skúlafólkum, at fáa eyga á
evnini og møguleikarnar hjá okkara næmingum, minnast til at rósa teimum og
skilja, at hetta eru børn og ung, og minna okkum sjálvi á, at einaferð vóru vit
sjálvi har.
Eg upplivdi eisini skeld, ábreiðslur, sjusk og ignoransu frá
lærarum í míni skúlatíð, treyðugt so. Hetta flutti tó einki og eg minnist tað
neyvan. Eiheldur flytur slíkt nakað í dag, men kann um heilt illa vil til blíva
ein forðing fyri skynsamari menning og læru.
Tað verður sagt, at har tvey menniskju møtast og samskifta
hava tey hvør annan í síni hulu hond. Og leggja vit so maktójavnan millum
skúlabarnið og læraran afturat, so gerst hendan ábyrgdin bara uppaftur størri.
Man hevur leiðsluna og maktina. Og tað er ábyrgd við lít, og hvussu velja vit
at umsita hesa ábyrgd?
Eggjan
til at gera sítt allarbesta
Í bókini “Leading” nevnir mest legendariski fótbóltsvenjarin
í nýggjari tíð Alex Ferguson sínar lærarar frá sínum barnaskúla fyri the
unnamed heroes og heroines. Ein hann nevnir kallast Elizabeth Thomson, sum
eggjaði honum at gera sítt besta, so hann kundi koma víðari á Govan High
Scholl. Ímyndið tykkum sum lærarar, at hava lært ein Alex Ferguson at gera sítt
besta. Tað visti Elizabeth Thomson ikki. Hon framdi bara sín gerning.
Alex sigur hetta í samband við, at hann skal halda ein
fyrilestur á Harvard, eftir at hann er farin frá sum venjari í 2013. Ikki
fyrrenn tá upplivir hann, hvussu trupult tað er at standa við talvuna frammanfyri
næmingum. Nógv trupulari enn á venjingarvøllinum og í umklæðingarrúminum, sigur
hann. Men grundleggjandi leggur hann so afturat, so handlar tað um at eggja
einum bólki at børnum ella ungum at gera sítt allarbesta. Tað var tað Elizbeth
eydnaðist við, tá Sir Alex gekk í barnaskúla, og tað er tað, sum hann sjálvur
eydnaðist við í so mong ár.
Og hetta er væl høvuðsspurningurin í øllum skúlaskapi. Nær
eggja vit okkara næmingum at gera teirra besta? Tora vit at tosa um hendan
spurningin? Ella er hann tabu?
Fyri mær so tykist hesin spurningur mangan kvaldur í kjaki um
karmar, lógir, innrætting, námsætlanir, tímatal, ársnorm, akademiskar tittlar,
PISA, lesitest, talgildar landsroyndir o.s.fr.. Jú vit skulu hava karmar, vit
skulu eftirmetast, gera ætlanir, hava útbúgvingar o.s.fr., men aðaltátturin og
hjartaslátturin í gerninginum er tað, sum fer framm inni í skúlastovuni og
beint við skúlastovuna. og aðalspurningurin er altíð:
Nær eggja vit okkara næmingum at gera sítt allarbesta? Vit
hava teirra lív í okkara hulu hond, so tað burdi vera okkara fornemmasta
uppgáva at sett henda spurningin og leita eftir svarinum. Hvønn einasta skúladag.
Skal skúlin vera ein læristaður, so má læran í fokus, og eg eri púra vísir í,
at bestu skúlarnir bæði til trivnað og faklig úrslit eru teir har leiðsla og lærarar
arbeiða tætt saman um sjálva undirvísingina.
Framleiðslusamfelagið
eyðkennir framvegis okkara skúlahugsan
Tá tað er sagt, at fokus skal vera inneftir á læruna, so skal
eg vera skjótur at leggja afturat, at vit eisini mugu hava eyguni við
kontekstinum, samfelagið setir skúlan í. Tí hesi kontektur kann skjótt blíva
ein hóttan móti innaru virðunum.
Ein av størstu vansunum í dagsins samfelag er, at alt skal
ítøkiliggerast, tí vit skulu formast so tíðliga sum gjørligt til
arbeiðsmarknaðin. Logikkurin í dag peikar fyri tað mesta eftir, at vit skulu
liva av onkrum. Vit skulu hava størv og tjena pengar. Vit skulu passa inn í
stóru samfelagsmekanismuna og verða við at smyrja hjólini, so tey mala alsamt
skjótari og tímiliga framgongdin kann halda á.
Lítið verður tosað um, hvørjum vit skulu liva fyri. Tað
handlar um, hvørjum vit skulu liva av. Eitt av úrslitunum er, at vit áhaldandi
skrúva niður fyri almennu búgvingini og upp fyri effektiviseringini. Eisini í
læring og førleikamenning. Vit blíva sjálvsøkin eisini í skúlanum. Hugsa um
okkara egnu fak og okkara egnu tímar. Hava verri og verri við at síggja
samanhangin.
Eg eri bangin fyri, at vit doyva evnini at virða, at hugsa
kritiskt og at undrast, og í longdini kann hetta kosta dýrt, tí tað eru hesi
evnini, sum gera okkum til sjálvstøðugt hugsandi einstaklingar í einum samfelag
við aðrar einstaklingar.
Í grundini vita vit lítið og einki um framtíðina hjá okkara
næmingum. Teir eru sum óslípaðir diamantar, sum krevja bæði tíð og umsorgan at
mennast og liva. Lærarin er diamantslíparin, sum skal læra diamantin at blíva
sjálvslípandi.
Skuldi mínir lærarar t.d. peika á ein komandi rektara og so
enntá á Kambsdali, so var eg rættiliga langt afturi í køini. Tí eri eg vísur í.
Eg klóri mær mangan í nakkaðum og tað gera tit helst eisini, tá tit síggja,
hvar tykkara næmingar velja sínar yrkisleiðir. Vit hava ikki ánilsi fyri tí, og
tí er almenn búgving og støðisførleikarnir so altavgerandi, so tey læra at liva
sítt egna lív.
Hóast hesa sannkenning, so tosa vit framvegis um skúlan sum
eina fabrikk. Vit hava kjekklistar og seta flugubein sum ongantíð fyrr og
spurningur er nokk bara um tíð, áðrenn ein stempulklokkan stendur við hvørja
skúlagátt og klassastovu. Í barnagørðum er tað longu gerandiskostur í fleiri av
størru kommununum í landinum.
Hvat ger hetta við okkara fatan av læraragerninginum, og hvat
sigur hetta um fatanina av lærarans leikluti í samfelagnum. Her hava vit eina
risa avbjóðing í okkara kjaki um og handfaring skúlanum. Og her mugu skúlafólk
vera á verðhaldi.
Ein broyting í fólkaskúlalógini hevur verið til hoyringar og
partar av henni eru til viðgerðar í landsins lóggávutingi í hesum døgum.
Fráfarandi og komandi formaður hava verið raskir at viðmerkt. M.a. um at
manglandi konsekvensútrokningar av hesum broytingum bæði fakliga, námsfrøðiliga
og peningaliga. Og takk havi teir fyri tað, tí hetta er eitt álvarssamt mál. Veit
ikki hvørja kenslu tit hava, men mær tykir ikki, at tað veður lurtað nevnivert.
Sjálvur havi eg fylgt hesum málinum, tí eg veit, at
tilvildarligar avgerðir altíð hava óhepnar avleiðingar, sum vit ikki gáa um
fyrrenn tað er ov seint. Ironiskt kundu vit kanska spurt um, hví vit skulu læra
næmingar at fordjúpa seg, argumetera, seta í størri høpi og vera saklig, tá
hægsti myndugleiki ikki gevur sær stundir at gáa nevnivert um avgerðir sínar,
tá hann brýtur inn í grundstrukturin í skúlaskipanini. Og løgið, at man
samstundis, sum man tosar um ov langar skúladagar, innførir spildurnýggjar
lærugreinir. Hetta hongur bara ikki saman. Óansæð um man er samdur ella ikki í
tímatali ella samfelagsfrøði. Sum komandi formaður lærarafelagsins sigur í
feskari grein, ein broyting í eini so samanhangandi skipan sum okkara
útbúgvingarskipan hevur ávirkan á annað virksemi, sum als ikki er lýst. Tað er
eyðsæð, men man vil ikki síggja tað.
Lærarayrkið
er eitt yrki fyrst og fremst
Í Føroyum fara gott 700 lærarar til verka hvønn skúladag. 140.000
dagsverk, hvørt skúlaár. Tit eru serfrøðingarnir. Tit hava fingurin á pulsinum,
men mangan so tykist mær, at tað verður lurta illa eftir tykkum. Tíverri.
Fólkaskúlin er eitt stað, har hvørt mansbarn í Føroyum er
tvungið at vera í 9 ár. Tað er bara í einum fongsli, at tú kanst vera tvingaður
at vera longri enn í fólkaskúlanum. Og tá hevur tú framt okkurt sera álvarsamt.
Fyri at umganga, at starvsfólk í einum skúla blíva kaldir og
virðisleysir fangavørar hava vit eina professión, sum eitur lærari. Eina
útbúgving, eina mentan, eitt fakfelag ja eitt kall. Tit eru tey professionellu,
sum hava ábyrgdina av hesi uppgávuni. Tit hava okkara børn í tykkara hulu hond
í 9 oftast 10 ár. Trívast tey ikki í skúlanum. Mennast tey ikki í skúlanum. Ja
so fellur nógv annað til jarðar. Tey skulu óttafull í skúla. Tey koma mótleys
heim. Fyri tann, sum ikki hevur eitt dygt heim, kann skúlin og lærarin verða munurin
millum eydnu og óeydnu. Succes ella fiasko. Fyri tann, sum ikki hevur ein
dyggan skúla ella lærara, er heimið bjargingin ella kanska heimið hjá
vinmanninum ella vinkonuni. Málið í samfelagnum má vera, at vit hava sunnar
skúlar og sunn heim. Sum lærarar mugu vit tó hava fokus á tað vit hava ávirkan
á og ongantíð snúgva okkum undan ábyrgdini. Óansæð hvaðani børnini koma ella
hvørjum viðføddum evnum tey eru komin í hendan heimin við.
At liva upp til hendan leiklutin í okkara postmodernaða
samfelag og fragmenteraða gerandisdegi er sanniliga ikki lætt fyri einstaka
læraran. Men vit mugu áhaldandi verða leitandi eftir loysnum og menning. Hesi
eru ikki at finna í tímatølum, fleiri námsætlanum og lærugreinum ella testum.
Hesi eru at finna í rannsakanini og foredlingini av læraraleiklutinum og
førleikanum. Og tað er har vit eiga at hava fokus. Tað er har vit eiga at
liggja á takinum. Duga betur at hava fokus á veruligar avbjóðingar og leggja
orkuna har hon munar mest.
Nú skal eg sjálvandi vara meg at blíva ov ítøkiligur
frammanfyri tykkum 350 serfrøðingum, men er tað eitt eg lærdi í Nonnuskúlanum,
so var tað disiplin. Hví? Jú tí karmarnir vóru greiðir og einfaldir. Eg sigi
ikki vit skulu gera tað sama í dag, og kanska var tað viðhvørt ov nógv av tí
góða, men vit kunnu forbetra okkum á hesum øki, og gera lívið lættari hjá bæði
lærarum og børnum.
T.d. kunnu vit í dag spyrja einfaldar spurningar, so sum:
Hví er tað loyvi at hava fartelefonina við í skúla í flestu
skúlum í Føroyum? Skuldu vit ikki bara bannað hesum?
Hvussu er við leiðsluni uttan fyri skúlastovuna? T.d. í
skúlabussinum, skúlagarðinum, til morgunsang ella á setursskúla. Fremja vit
hesa leiðslu nóg væl? Tí ein sannroynd er, at konfliktir og ørkymlan hjá børnum
ikki veksur inni í skúlastovuni, men í mestan mun beint uttanfyri. Á veg í og
úr skúla og í steðgunum í skúladegnum.
Hetta kann gera allan munin hjá einstaka barninum. Bæði tí,
sum gongur gjøgnum heilt og tí sum tørvar eina hond. Ein góð portión av
disiplin og greiðir karmar danna okkum. Gera okkum før fyri at virka saman og
virða hvør annan.
Tað sum eg vil siga er, at eg óttist, at skúlin er í fer við
at blíva eins fragmenteraður sum gerandisdagurin. At vit adoptera digitalu
sapparamentanina innum skúlagáttina. Samstundis krevja vit alsamt meira av
okkara børnum og harta tey fyri manglandi evni at sita still og fordjúpa seg.
Og kanska hevur kurlingmentanin eisini fest røtur í skúlanum.
Vit mugu tora at definera, hvat ein skúli er, og hvat ein
lærari er. Vit mugu ansa eftir, at hesar definitiónir ikki flóta út. Tit eru
tey røttu at definera hetta. Tit, sum eru lærarar í føroyska fólkaskúlanum. Og
tit mugu tora at gera tað, og fortelja okkum foreldrum og politikarum tað.
Virðingin fyri lærarayrkinum og skúlanum byrjar hjá tykkum.
Eins og eg óttist, at skúlin blívur ov fragmenteraður, so óttist
eg eisini, at framtíðar lærarar ikki hava tann førning við sær, tá teir byrja
lærarayrki, sum teir kundu havt. At teir í avísan mun hava útbúgvið seg til
nakað annað enn lærarayrkið og tó hava fingið yrkisbræv sum lærarar. Tí eitt
yrki er tað. Vit kunnu kanska kalla tað eina akademiska yrkisútbúgving.
Ímyndið tykkum ein lækna á skurðstovuni, sum einans í 14
dagar um ári í trý ár hevur verið á skurðstovuni. Ímyndið tykkum ein
bussførara, sum lítlan og ongan praktiskan koyrikunnleika hevur áðrenn hann
setur at koyra ein fulla buss av børnum. Ímyndið tykkum ein flogskipara, sum
hevur lisið um veðurfrøði og tøkni, men ongantíð flogið ein rættiligan túr í
turbulensi og grovum heglingi. At vera lærari er minst líka, kanska meira
komplekst enn at vera skurðlækni, bussførari ella flogskipari. Tí tá fæst tú
við menniskjalagnir. Amboðini eru fyrst og fremst tú og barnið. Hví skulu hesir
so ikki hava praktiskar royndir, áðrenn teir fáa loyvi at ganga leysir í eini
skúlastovu við 24 diamantum? Í mínari verð hevði eitt heilt skúlaár í praktik
verið hóskandi.
Eg má viðganga, at eg kenni ikki smálutirnar í
læraraútbúgvingini, so eg spæli ivaleyst við eld í løtuni. Og sjálvandi er nógv
gott og gevandi á námsvísindadeild Setursins. Men okkurt er, sum sigur mær, at
vandi er á ferð, tá eg frætti um lítlu praktikkina í mun til allan
almennpædagogiska lesnaðin. Og hvussu er ansurin fyri føroysku náttúruni,
føroyska málinum og føroysku søguni í verandi útbúgving. Verða læraralesandi í
nóg stóran mun kveikt, so tey kunnu kveikja børn og ung? Hetta er ein
álvarsamur spurningur, sum eingin mær vitandi hevur sett seinastu tjúgu árini í
øllum førum. Hetta er nógv álvarsamari enn tey mál sum broytingaruppskotið, sum
nú er í mentanarnevndini, roynir at loysa. Hetta eru spurningar okkara
politikarar áttu at gáa um fyrst og fremst. Stóð tað til mín, so sá eg gjarna
ein stoltar læraraskúla rísa úr øskuni. Ein skúla sum hevði eittans endamál. At
útbúgva lærarar við fakligum og praktiskum førleikum at trína inn um skúlagátt og
kveikja læru- og lívshugin hjá okkara børnum.
“Eitt barn, ein lærari, ein blýantur og ein bók kunnu broyta
heimin.” Soleiðis segði yngsti móttakarin av friðarheiðursløn Nobels nakrantíð,
tann nú 21 ára gamla Malala Yousafzai. Fyri hana var skúlagongd eingin
sjálvfylgja og lærdómurin fekst til vega við lívinum sum innsatsi.
Setningur hennara riggar ikki uttan læraran. Børnini eru har,
blýantarnar og bøkurnar kunnu vit útvega. Men tann góði lærarin, sum kann
samantvinna alt hetta, er eingin sjálvfylgja. Tað eiga vit at hava í huga, bæði
í okkara dagliga starvi og tá samfelagið definerar og umdifinerar tykkara
leiklut.
Tveir
kveiktir sum kveiktu
Í byrjanini nevndi eg stutt stutt háskúlan og Føgrulíð, ið eg
skeiti yvirá, hvørja ferð eg taki tann longra túrin eftir gamla Leirvíksvegnum.
Har yviri virkaðu tveir, sum vóru kveiktir til at kveikja. Símun av Skarði og
Rasmus Rasmussen. Neyvan er bygd í Føroyum, sum teirra skúlaskapur ikki hevur
havt stóran týdning fyri.
Eitt dømi um teirra kveiking er Jacob Hansen, sum fekk
skaldarnavnið Finnur hin lítli og í Gøtu bleiv nevndur Havna Jákup. Og eg fari
at enda gestarøðuna við søguni um hendan mannin.
Jacob Hansen er føddur 8. september 1881 í Pætursstovu í
Havn.
Jákup bleiv móðurloysingur trý ára gamal, og seks ára gamal
fór hann til Kirkjubøar og vaks til Heima á Garði hjá Jóannes Paturssoni. Tað
sigst, at Dia, pápi hansara, skal hava sagt, at tað vóru tyngstu spor, hann
hevði gingið, tá hann fór um Reynsmúla leiðandi sín elsta son.
Jákup bleiv eins og pápin træsmiðjur. Í 1906 fer Jákup norð á
Háskúla í Føgrulíð helst fyri at smíða, men verður so partur av
háskúlaflokkinum har í tveir fylgjandi vetrar.
Um somu tíð, sum Jákup er á Háskúlanum verður farið undir at
geva út Ungu Føroyar, og her slapp hann upp í part sum skald. Hann yrkir tey
árini, hann er á Háskúlanum yrkingar í blaðnum, sum eru fólkaogn í dag.
Tá eg
verði stórur og Góða
mamma eg vil sova eru helst kendastu barnayrkingar hjá Jákupi, Fagurt ert tú, fosturlandið er kend
tjóðskaparyrking og Nú vakni øll úr svøvni
glað man vera ein av mest sungnu morgunsálmum vit eiga á føroyskum.
Jákup er við í niðurtøkuni í Føgrulíð og uppafturbyggingini í
Havn.
Í 1913 koma boð úr Gøtu eftir Jákupi. Símun Pauli Konoy ella
Gamla lærara, sum eisini var íðið háskúlafólk, hevur tørv á dugnaligum
handverkara.
Í Gøtu rennur saman millum Jákup og Elspu Katrinu av
Húsgarði, og tey giftast í 1916. Sama ár flyta tey inn í nýbygd hús beint
omanfyri stóra fjósið, sum nú er betur kent sum innandurapallur á G!. Hetta eru
samstundis fyrstu av mongum húsum Jákup bygdi í Gøtu.
Lagnan hjá Jákupi varð hørð, tí longu í 1932 doyr konan, ið
hevði veikt hjarta, og 10 ár seinni doyr einkardótturin av tuberklum. Sostatt
upplivdi Havna-Jákup, sum hann varð nevndur í Gøtu, at missa móður, konu og
dóttir.
Havna-Jákup arbeiðir øll síni virkisár sum húsasmiður í Gøtu.
Hann hevði smiðju í Syðrugøtu og mong eru húsini, hann hevur smíða, og hann er
eisini við til at byggja Klaksvíkar sjúkrahús, Skipasmiðjuna á Skála og
Mikladals kirkju.
Hóast Havna-Jákup hevði eina tunga lagnu og annars var
spakførur maður, so legði hann nógv eftir seg. Skaldskap og handverk tíðina í Føgrulíð
og í Havn og húsasmíð tíðina í Gøtu.
Søgan um Jacob Hansen sigur frá einum persóni, sum hóast
trupla byrjan í lívinum, trong kor og fleiri bakkøst av teimum heilt stóru,
megnaði at fáa væl burturúr lívinum. Søgan er eisini eitt føroyskt dømi um
týdningin kveikjandi lærarar og umhvørvi hava fyri sosialu og fakligu
menningina hjá einstaklingi og landi. Ikki bara tá, men sanniliga eisini í dag.
Nógv børn av stórar avbjóðingar. Eisini í dag. Men eitt barn, ein lærari, ein
blýandur og ein bók kunnu broyta heimin. Eisini hjá teimum.
Komandi ár fara 700 føroyskir næmingar í føroyska fólkaskúlan
á fyrsta sinni. Har skulu tey vera 198 dagar um árið komandi 9 árini. Hvørji
eru tey so um 9 ár? Hvørji ynskja vit, at tey skulu vera? Og hvussu fáa vit tey
har til? Tað avgera tit meira enn nakar annar. Tað er ikki lætt, men tað er
júst tí vit hava tykkum lærarar. Heimsins týdningarmesta starvsfólkahóp.
Takk fyri og enn einaferð takk fyri innbjóðingina og
framhaldandi góðan aðalfund!
Comments
Post a Comment