Skip to main content

Sóttarhaldslesnaður

Í sjónvarpstíðindunum í gjár ráddi yvirlækni okkum til at vera heima sum mest, og landslæknin boðaði frá, at tá náttin var komin, mundu omanfyri 700 fólk sita í tvungnum sóttarhaldi í Føroyum.

Í gerandisdegnum hava vit alsamt verri við at finna samanhangandi stundir til at lesa eina góða skaldsøgu. Men sóttarhald - tvungið sum sjálvboðið, fult sum hálvt - er eitt frálíkt høvi at lesa. Tíbetur eru vit føroyingar so hepnir, at vit hava føroyskar rithøvundar, ið skriva okkum føroyskar skaldsøgur. Í fjør komu óvanliga nógvar út, so har er nokk av feskum at velja í.

Ein teirra er 'Ein táttur er silvur' eftir Sólrun Michelsen. Ein søgulig skaldsøga, ið úr kvinnusjónarhorni lýsir eitt tíðarskeið í føroyskari søgu, sum higartil mest av øllum er lýst úr mannfólkasjónarhorni. Skaldsøgan er løtt at lesa og skilja, og vit fáa eina góða lýsing av lívinum í eini vanligari føroyskari familju, sum er fyri tí vanlagnu, at móðurin í húsinum doyr. Vit ferðast í millum eitt føroyskt bygdarlag og danskt stórbýarlív. Millum móðurloysingar, einligar mammur, hartarbeiðandi fiskagentur, hepnar tænastugentur og so nýkomnu missiónina.

Ein onnur skaldsøga er 'Jarðarferðin' eftir Jóanes Nielsen. Ein álvarsom, men sanniliga eisini ein søga við eini rúgvu av humor og ironi, sum spretta úr dvørginum Symfor og vinmanni hansara Eigil. Vit frætta um deyðan og døkku síðurnar í mannalívinum og føroyska samfelagnum. Fáa ein undir vangan, sum so mangan frá Jóanes, sum setur orð á viðurskifti, ið vit onnur hava trupult við. Vit ferðast úr Sumba til Shanghai og aftur til Sumbiar, og vit eru eisini ein dvøl í Havnini og serstakliga niðri í einum ókendum kjallara á psykiatrisku deild og í myrku pørtunum av Keypmannahavn. Ein dagbók hjá dvørginum stýrir saman við hansara egnu jarðarferð søgugongdini, og har keðir man seg ongantíð.

Ein triðja er skaldsøgan 'Ikki fyrr enn tá', ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað. Ein sera innilig søga um trupla lívið hjá høvuðspersóninum, ið missir konu sína. Søgan er um teirra síðstu tíð saman, og hvussu maðurin roynir at fóta sær eftir missin. Tíðin og staðið í søguni er munandi einfaldari enn í hinum báðum, men hon fer nakað væl djúpri niður í sálarlívið og kvølirnar, maðurin berjist við. Eg má siga, at eg skilji sera væl, at júst hendan bókin er innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina, ið verður avdúkað 27. oktober. 'Ikki fyrr enn tá' er eitt virðiligt umboð fyri føroyskan skaldskap og hevði eisini verið ein virðiligur vinnari.

Felags fyri bøkurnar er, at tær eru væl skrivaðar. Hava ein reyðan tráð, og tú keðir teg ikki undir lesnaðinum. Tær umrøða á hvør sín hátt lagnur í føroyska samfelagnum, og hvussu vit sum samfelag og einstakligar bera okkum at, tá grundvøllurin verður skakaðum av bráðkomnum missum og hendingum, vit onga sum helst ávirkan hava á. Og sum skaldskapur skal, so hjálpa tær okkum eisini at seta orð á og finna fram til nýggjar kenslur og hugsanir í okkum sjálvum.

Felags fyri skaldsøgurnar er eisini, at tað er Sprotin, ið hevur givið tær út í 2019.

So hevur tú tikið ráðini frá yvirlæknanum til tín ella ert settur í sóttarhald av landslæknanum, so er at fáa tær hendur á einari góðari skaldsøgu. Hesar tríggjar eru góð boð. Tær hava allar nakað týdningarmikið at fortelja sínum lesarum.

Góðan lesihug! Ein góð skaldsøga fer heilt víst at hjálpa tær betur í gjøgnum aðru bylgju og fer at standa eftir, tá korona er horvin!

Mynd hjá Páll Isholm

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...