Skip to main content

Dreymur um Kampus Kambsdal


Fyri 40 árum síðani løgdu tríggjar framskygdar kommunur lunnar undir eitt samstarv, sum tær tá sóu stórar møguleikar í. Ein framkomin ítróttarhøll bleiv bygd í opna og víða dalinum miðskeiðis millum bygdirnar. Seinni í áttatiárunum sóu onnur eisini hesar møguleikar.

Í 1990 lat nútímans handilsskúli dyrnar upp og trý ár seinni studentaskúli. Samstundis var bústaðarbyggingin farin at taka dyk á seg, og tað fjølgaðist á vinnuøkinum. Til gagns fyri bý og land eru vinna, vitan og fólk sprottin í 40 ár.  Vit kunnu bert ásanna at hesi átøk hava verið rík og munagóð. Fyri Fuglafjørð, fyri grannabygdir, fyri Eysturoynna og Norðoyggjar; ja fyri landið alt.

Men Kambsdalur hevur meira. Har er bert ein lítil partur av góða byggilendinum brúkt, samstundis sum ferðsluútbyggingarnar kring okkum allar peika á hetta lendið og hendan dalin, sum eitt framtíðar kampus fyri vitanarmenning í breiðastu merking. Hyggja vit út í heim, so síggja vit vakstrarøki nærhendis stórbýum, men alíkavæl uttanfyri. Í sonevndum kampusøkjum har vítt er til veggja. Har fermetravíddin og ferðslutrongar ikki eru avmarkandi fyri, at ókendar framtíðar visjónir kunnu fullførast.

Á slíkum støðum skapar man gróðrarbotn fyri einum lærdóms- og menningarøki og einum vinnutyssi. Við samferðslu-, vinnu-, skúla- og samfelagsmenningini í huga, so hevur Kambsdalur í dag alt, sum skal til eitt altjóða kampus.
Eitt kampus har verandi virksemi er bulurin og útgangspunktið.
Eitt kampus, ið megnar at binda saman fjøltáttaðu streingirnar, peika á nýggj framburðsátøk og gagnnýta allar tær útbyggingar, sum eru farnar og framvegis fara fram.
Vit kenna øll skúlarnar og vinnuvirkini, ítróttarfeløgini og kommunurnar. Hesin bulur eigur saman at arbeiða fyri at fáa annað á Kambsdal, ið er familju við tey. Hetta kundi verið so mangt. T.d.:

  • Vælverudepil

Við grundarlagi í ítróttarhøllini ber til at skapa ein vælverudepil, sum samstundis kann hýsa kappingum bæði heimligum og altjóða, venjingarlegum og skeiðsvirksemi. Í samstarvi við Miðnám eru gyltir møguleikar fyri legugisting og mati.

  • Universitetsdeild innan t.d. innovatiónmatvøruframleiðsluhavgransking og heilsu

Í samstarvi við vinnuna, skúla og granskingarumhvørvi – alment/privat - at eggja til at síggja Kambsdal, sum ein framtíðarmøguleika. Ein fleirtjóða havgranskingarlund kundi kanska spottið úr slíkum samstarvi. Gransking, sum tekur støði í tí vit liva av, og tí sum sprettir í havna- og vinnuøkjum nærhendis.

  • Leiguíbúður

Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar bæði til teirra, sum vitja í stuttum tíðarskeiðum og teirra, sum velja at búsetast her.

  • Marghøll og svimjihøll

Marghøll til stórar konsertir og stór ítróttartiltøk og svimjihøll til almenning og kapping. Saman við vælverudeplinum hevur tú tá innanduraøki til nærum allan ítrótt.

  • Samferðsluætlan

Bíligur flutningur við kollektivari ferðslu úr Havnini og Klaksvík. Áhaldandi menning og langtíðarætlanir fyri til og frá koyring og parkeringsmøguleikum

  • Vælskipað vinnuøki

Eitt vælskipað vinnuøki har raðfestin av tænastum til vinnuna stendur ovast á breddanum.

Visjónin hjá borgarstjórunum frá seinastu í 70’árunum bleiv nokk ikki júst, sum teir ímyndaðu sær. Helst fór tað heilt aðrar vegir og kanska hendi nógv meira, enn teir droymdu um tá. Og soleiðis eru dreymar. Í dreymum gloyma vit smálutirnar eina løtu, men lata stóru linjurnar sleppa framat.

Brúk er fyri at seta orð á møguleikarnar fyri eitt framtíðar Kampus Kambsdal kann bjóða seg fram sum depil og savningarstaður fyri menning í Fuglafirði, í Føroyum, í norðanlongumEvropa ja heiminum øllumSamfelagið hevur og fer at hava brúk fyri slíkum komandi 40 áriniog Kambsdalur kann og fer at kunnu bjóða tað komandi 40

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...