Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2021

At trupla B36 – eitt nýtt sagnorð

Í seinastuni havi eg nakrar ferðir hoyrt ítróttafrásøgufólk brúka sagnorðið ‘at trupla’. M.a. í dag í dystinum millum B36 og Víking á R2, har ið ‘Víkingur ikki megnaði at trupla B36 nevnivert í fyrra hálvleiki.’ Hetta nýggja sagnorðið tykist hava vunnið sær pláss í føroyskum og kanska serliga føroyskum ítróttamáli. Merkingin kann líkjast ‘at órógva’ og tó eitt sindur breiðari og ikki so ítøkilig í mun til einstakar hendingar. “At trupla” merkir út frá nýtsluni tað sama sum ‘at skapa trupulleikar.’ Hetta er dømi um livandi mál, ið sjálvandi er ávirkað av enska sagnorðinum ‘to trouble’, ið javnan er at hoyra í enskum ítróttafrásagnum, men eisini føroyska navnorðinum 'trupulleiki' og lýsingarorðinum 'trupul.' Harvið hevur tað lætt við at finna eina smidliga leið inn í føroyskt. Bæði málsliga og merkingarliga. Spennandi verður at fylgja lagnuni hjá hesum nýggja sagnorðinum. Kanska doyr tað bara burtur aftur ella kanska vinnur tað fótafesti og verður við til at ríka fjølbro...