Hanus Kamban hevur við bókaverkinum um Hans Andrias givið okkum søguna um ein ógvuliga fjøltáttaðan og virknan merkismann, sum fekk so ómetaliga stóran týdning fyri føroysku tjóðarbyggingina. Í verkinum megnar høvundurin at skapa eina samanrenning millum Hans Andrias og umhvørvið, sum hann livdi í. Ein samanrenning, ið ger tað ómakaleyst hjá lesaranum at fata, hvørjum konteksti hendingarnar fara fram í, hugsanir verða kveiktar í og tekstir verða skaptir í. Eins og við bókaverkinum um Janus so er talan um ein fong av teimum stóru. Bókmentaliga fevnir Hans Andrias sera víða, og mongdin er ovurhonds stór, men eisini svingandi í dygd. Tí hevur Hanus sett sær eina sera trupla uppgávu fyri, tá hann skal skriva eina bókmentaliga ævisøgu um mannin. Tó megnar hann væl at draga samanum tey týdningarmestu verkini og kritiskt fyrihalda seg til ritverkið og seta tað inn í kontekstin, tað er skapt í. Stundum fara vit tó rættiliga langt burtur frá tí bókmentaliga. Kanska lutvíst tí at søgan um persón...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.