Hanus Kamban hevur við bókaverkinum um Hans
Andrias givið okkum søguna um ein ógvuliga fjøltáttaðan og virknan merkismann, sum fekk so ómetaliga stóran týdning fyri føroysku tjóðarbyggingina.
Í verkinum megnar høvundurin at skapa eina samanrenning millum Hans Andrias og
umhvørvið, sum hann livdi í. Ein samanrenning, ið ger tað ómakaleyst hjá
lesaranum at fata, hvørjum konteksti hendingarnar fara fram í, hugsanir verða
kveiktar í og tekstir verða skaptir í. Eins og við bókaverkinum um Janus so er
talan um ein fong av teimum stóru.
Bókmentaliga fevnir Hans Andrias sera víða, og
mongdin er ovurhonds stór, men eisini svingandi í dygd. Tí hevur Hanus sett sær eina sera
trupla uppgávu fyri, tá hann skal skriva eina bókmentaliga ævisøgu um mannin.
Tó megnar hann væl at draga samanum tey týdningarmestu verkini og kritiskt
fyrihalda seg til ritverkið og seta tað inn í kontekstin, tað er skapt í. Stundum fara vit tó rættiliga langt burtur frá tí
bókmentaliga. Kanska lutvíst tí at søgan um persónin og hansara samtíð er so
dragandi og spennandi, og helst eisini tí hansara bókmentaligu avrik eru so sjálvkomin
og beinleiðis, at trupult ella kanska óneyðugt er at hava longri bókmentaligar
viðgerðir av teimum.
Sterkastur stendur eftir mínum tykki hin mittasti parturin av verkinum. Søgan um, hvussu Hans Andrias bleiv lærari, um læraraskúlan og lærarayrkið tá í tíðini, størvini í Klaksvík, í Sandavági, á Tvøroyri og í Havn, hvussu tey handfóru grein 7 í verki o.s.fr. er upplýsandi, hugtakandi og viðkomandi. Nógv er eisini gjørt burturúr skúlaskeiðunum í Danmark. Hetta er forkunnugur lesnaður við spennandi og fyri mær ókendum keldutilfari, ið sanniliga kann vera kveikjandi eisini hjá teimum, sum fáast við skúla og undirvísing í dag.
Aftast í øðrum bindi eru drúgv yvirlit yvir
verk hansara. Hetta er væl gjørt og sera hent, havandi í huga vavið av
tilfarinum. Keldutilfarið hjá Hanusi er víðfevnt, og noturnar eru nógvar. Hetta
er somuleiðis eitt frálíkt amboð, hjá teimum, sum ynskja at kava enn djúpri í
okkurt av evnunum. Fyri lesaran hevði tað tó verið ein fyrimunur um noturnar til
fyrra bind, stóðu aftast í tí bindinum og ikki í øðrum bindi.
Eitt sera drúgt granskingararbeið hjá Hanusi er við bókaverkinum Hans Andrias lagt fyri okkum lesarar á ein skilvísan og lesaravinarligan hátt. Tann, sum
hevur áhuga í bókmentum, føroyskari søgu, skúla ella mentanarligari menning,
verður ríkaður. Talan er um eitt stórverk, sum fevnir víða á so mangan hátt. Tað
vil so vera, tá man skrivar eina bókmentaliga ævisøgu um Hans Andrias Djurhuus.
Hanus Kamban hevur við verkunum
um Áarstovubrøðrurnar givið okkum nógv. Sera nógv. Bæði ítøkuliga við verkum um
hesar báðar merkismenn, tíðina og umhvørvið teir livdu og virkaðu í, men eisini
er Hanus slóðari fyri onnur, ið kundu hugsað sær at skrivað líknandi verk, størri
ella minni, um aðrar rithøvundar, tónaskøld, ella hvat tað skuldi verið. Ein krevjandi men frálíkur máti at fortelja okkara felags søgu á, og har er nokk at tríva í.
Comments
Post a Comment