Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2011

Fòlkaræðið í fríum falli

2010 fer í søguna sum eitt ár, har álvarsom spurnartekin vórðu sett við fólkaræðið í Føroyum. Fólkaræðið byggir á tríbýtið millum lóggávutingið, útinnandi stýrið og dómstólarnar. Tey bæði fyrru hava vit føroyingar í stóran mun ræðið á, men tíverri eru tað júst hesi, sum dyggiliga hava svikið borgaran í 2010. Vit áttu at havt eitt løgting, eitt lóggevandi vald, sum tekur sær neyðugu stundirnar at viðgera mál opið og frítt, men tíverri hevur alsamt betri hug at gera tað mótsatta. Vit áttu eisini at havt eina umsiting, eitt útinnandi vald, sum fremur sín gerning samvitskufult eftir galdandi lógum, men tíverri er mangur í 2010 farin at ivast í, um so er. Tíbetur hava vit tó sæð onkrar leikarar í samfelagnum, sum kunnu vera fyrimyndir fyri okkum øll í strembanini eftir at byggja land á fólkaræðisliga grund. Føroyar eru í 2010 vorðnar eitt land, har tann sterkasti og frekasti í alsamt størri mun vinnur, og haldgóðar grundgevingar, sprotnar í einum fólkaræðisligum kjaki, tapa. Eitt land, ...

Tey ræðast fólkaræðið

Viðmerking í samband við løgtingsviðgerðina av fíggjarlógini fyri 2011 22.desember Eftir at upptøkutólini í Vørsluni og ljóðpulturin í Sortudýki vóru sløkt 22. desember, gloppaði fíggjarnevndarformaðurin sera varin fundarhurðina og loraði spakuliga álit nevndarinnar um fíggjarløgtingslógina 2011 út gjøgnum dyrnar. Eitt álit fult av broytingum í mun til seinast, tað sá dagsins ljós. Skamma stund seinni atkvøddi ein meiriluti av fólkavalda tingi okkara fyri at seta til viks allar fólkaræðisligar mannagongdir í viðgerðini av hesi meginlóg fyri 2011. Júst hví veit eingin. Tað má opinbart dyljast sum mansmorð. Men eg eri vísur í, at ein rættuliga stórur meiriluti hevur ikki ánilsi av, hvat hann hevur atkvøtt fyri. Tað kann ongantíð vera nøktandi og kemur helst øllum arbeiðslagnum í løgtinginum aftur um brekku í komandi fíggjarári. Tá undantøkini blíva reglur, er altíð vandi á ferð. Tá byrjar at lukta av fúlum rossahandlum og maktmisnýtslu. Seinnu árini hevur hendan keðiliga siðvenja sní...