Skip to main content

Fòlkaræðið í fríum falli

2010 fer í søguna sum eitt ár, har álvarsom spurnartekin vórðu sett við fólkaræðið í Føroyum. Fólkaræðið byggir á tríbýtið millum lóggávutingið, útinnandi stýrið og dómstólarnar. Tey bæði fyrru hava vit føroyingar í stóran mun ræðið á, men tíverri eru tað júst hesi, sum dyggiliga hava svikið borgaran í 2010. Vit áttu at havt eitt løgting, eitt lóggevandi vald, sum tekur sær neyðugu stundirnar at viðgera mál opið og frítt, men tíverri hevur alsamt betri hug at gera tað mótsatta. Vit áttu eisini at havt eina umsiting, eitt útinnandi vald, sum fremur sín gerning samvitskufult eftir galdandi lógum, men tíverri er mangur í 2010 farin at ivast í, um so er. Tíbetur hava vit tó sæð onkrar leikarar í samfelagnum, sum kunnu vera fyrimyndir fyri okkum øll í strembanini eftir at byggja land á fólkaræðisliga grund.

Føroyar eru í 2010 vorðnar eitt land, har tann sterkasti og frekasti í alsamt størri mun vinnur, og haldgóðar grundgevingar, sprotnar í einum fólkaræðisligum kjaki, tapa. Eitt land, har tøgn valdar í álvarsmálum, og har goragangur valdar í smámálum. Í tinginum, í umsitingini og tíverri eisini í miðlunum og kring landið alt. Fáa vit ikki vent hesi ómetaliga óhepnu gongd, er vandi fyri, at fólkið missir álitið á umsitingarligu og politisku skipanini, og at eingin myndugleiki í landinum hevur førleika til ella áhuga í at taka alstóru samfelagsavbjóðingarnar á seg.

Tingið ræðist seg sjálvt

At tingið ikki tekur seg sjálvt og dygdargott lógarsmíð í álvara, er viðgerðin av løgtingsfíggjarlógini 2011 haldgott prógv um.

Eftir at upptøkutólini í Vørðsluni og ljóðpulturin í Sortudíki 22. desember 2010 vóru sløkt, gloppaði fíggjarnevndarformaðurin sera varin fundarhurðina og loraði spakuliga álit nevndarinnar um fíggjarløgtingslógina 2011 út gjøgnum dyrnar. Eitt álit fult av broytingum í mun til seinast, tað sá dagsins ljós. Skamma stund seinni atkvøddi ein stórur meiriluti av fólkavalda tingi okkara fyri at seta til viks allar fólkaræðisligar mannagongdir í viðgerðini av hesi meginlóg fyri 2011. Júst hví, veit eingin. Tað má eftir øllum at døma dyljast sum mansmorð. Men eg eri vísur í, at ein rættiliga stórur meiriluti hevur ikki ánilsi av, hvat hann hevur atkvøtt fyri.

Í grein 41 í Tingskipanini er ásett, at: “2. viðgerð kann verða......2. dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram.” Og í grein 42. í somu skipan, at “3. viðgerð kann vera 2. yrkadagin eftir, at 2. viðgerð endaði....” Hesar ásetingar eru sjálvandi settar, so løgtingslimir hava møguleika at seta seg inn í og umrøða uppskot og álit. Tær eru somuleiðis gjørdar, so miðlar og almenningur kann fylgja við í, hvat fyriferst á Tingshúgsvegnum, og hvat peningurin hjá sama almenningi verður brúktur til og hví. Men hóast hesar ómisskiljandi ásetingar tók tað tinginum 30 minuttir at avgreiða løgtingsfíggjarlógina frá tí, at álitið kom úr nevnd, til tað endaliga var samtykt við 3. viðgerð.

Heimildina funnu løgtingslimir í grein 85, sum sigur, at “Í sera átrokandi førum kann.....verða vikið frá tingskipanini við teirri treyt ......at í minsta lagi tríggir fimtingar av tingmonnum á fundi greiða atkvøðu fyri.”

So er spurningurin, hvat tað var, sum var so átrokandi. Var kríggj í hendi; vóru landskassans ognir í vanda á nakran hátt, ella var átrokandi at fáa ein meiriluta í løgtinginum at siga ja og amen, áðrenn teir høvdu umrøtt álitið frá fíggjarnevndini. Mær vitandi er einki kríggj ávegis um okkara leiðir, og landskassin hevur tað fyri so vítt fínt. So eftir stendur bara tann seinasti møguleikin. Nevniliga at fíggjarnevndin vann eitt valdsstríð, og at gíslatøkan av einum greiðum meiriluta í løgtinginum eydnaðist til fulnar. Hetta eigur at fáa allar rættvísis- og fólkaræðishugsandi mannasálir at rakna við. At kalla eina tílíka semju fyri eina sigur er tvætl. Ein breið semja er ikki neyðturviliga nakar sigur fyri nakran sum helst. Skipapakkin i áttatiárunum var eisini ein breið semja. Hví? Jú, tí øll fingu ein luns her og har. Júst sum við fíggjarlógini 2011.

Fíggjarlógin 2011 er eitt klútateppi, turrgelt fyri politikk og ein prototýpa uppá klemmupolitikk, tá ið hann er ringastur. Tey kalla tað at dálka sær hendurnar og fremja dygdargott politiskt handverk. Men máti skal vera við. Politikkur er blivin tað sama sum nakað rotið og skitið, sum bara tey mest samvitskuleysu kunnu taka lut í. Í mínari verð er hetta politiskt krotusmíð av format. Og hetta er ikki ein nøktandi støða fyri okkara fólkaræði.

Tá ið undantøkini blíva reglur, er altíð vandi á ferð. Tá byrjar at lukta av ov fúlum rossahandlum og valdsmisnýtslu. Álvarsamari málini eru, minni skulu tey eftir øllum at døma viðgerast, meðan smámálini fáa dagalangar viðgerðir. Hetta er ábyrgdarloysi og kann bara føra til alt ov nógvar skeivar dispositiónir í stórmálum, og alt ov nógv fokus á smámálini. Hetta fer ongantíð at byggja nakað land. Tvørturímóti.

Hvussu eg vendi og snari hesum málinum, so kann eg bert koma til ta niðurstøðu, at meirilutin av okkara fólkavaldu umboðum háðar og skýggjar fólkaræðið og heldur føroyska veljaran fyri tað turra spott. Løgtingið vil ikki so frætt sum viðgera sína egnu meginlóg, og almenningurin má als ikki blandast upp í hesa viðgerð. „Fý for pokker“, sum Veyhemaðurin tók til, meðan hann lá við Kaj.

Í allari neyðini høvdu vit tíbetur seks tinglimir, ið stóðu ímóti trýstinum. Hesir eiga alla tøkk uppiborna fyri at tala rødd fólkaræðisins.

Umsitingin vanvirðir rættartrygd

Tá ið løgtingið ikki ger sær ómak í sínum arbeiði, blívur sjálvandi trupult at útinna løgtingsins vilja. Hóast henda veruleika, so eigur umsitingin tó altíð at hava sum fremsta mál at útinna og fremja sítt arbeiði samvitskufult og nærlagt. Umsitingin er undirløgd rættiliga strongum reglum fyri, hvussu man uppførir seg, og hetta átti at verið borgarans tyggleiki. 2010 hevur tíverri kastað ein sera døkkan skugga yvir okkara umsiting. Serliga miðfyrisitingina.

Grannskoðaramálið stendur sum eitt mál, ið boðar frá umsitingarligum mistøkum og valdsmisnýtslu. Mann skuldi trúð, at allar ávaringarklokkur fóru at ringja, og at ítøkilig stig vórðu tikin á øllum rókum alt fyri eitt, so málið kom aftur á beint, og álitið varð endurreist skjótast gjørligt. Einasta ítøkiliga stigið higartil er kanningin, løgtingið hevur samtykt at gera av landsstýrismonnunum og so eitt ella annað ping pong brævaskifti millum løgmansskrivstovuna og lønardeildina, sum higartil hevur tikið tveir mánaðir. Hetta endurreisir ikki nakað álit á nakað sum helst her og nú. Men tað er júst áliti, vit hava brúk fyri.

Heldur enn at taka í egnan barm hava vit hoyrt bæði landsstýrismenn og aðalstjórar alment roynt at forsvara sínar gerðir. Og mín sann um vit ikki eisini hava hoyrt leiðandi politikarar, fyrrverandi løgmann og onkran sakførara í partapolitiskari sjálvverju royna at gera til einki arbeiðið hjá umboðsmanninum. Royndirnar tykjast mær tó heldur hálvhjartaðar og panikkendar.

Tá slíkir leikir koma fram á alljósum degi, fer man sum borgari av álvara at ivast í, um vit yvirhøvur kunnu hava álit á okkara umsiting. Kaga vit longur niður í fløkjustampin hjá landsstýrinum og fyrisitingini, bera vit m.a. eisini eyga við EIK-málið hjá Skráseting Føroya, makrelbýtið hjá Fiskimálaráðnum, aðalstjórasetanina í Uttanríkisráðnum og ávaringina til stjóran á Skráseting Føroya. Jú, 2010 er eitt ár, har líkini hava raplað úr skápinum, og mann byrjar at undrast yvir, hvat annað mann fjala seg handan múrarnar í miðfyrisitingini. Av avleiðingum hava vit tó ikki sæð nakað nevnivert.

Orðini hjá vinnilívsmanni á Vinnudegnum 2010 um, “at týdningarmiklasta vitanin í føroyskari fiskivinnu er fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum” eru bert ein undirstriking av, hvussu veik okkara umsiting er. Í veruleikanum sigur útsøgnin alt, og so er stóri spurningurin, hvar borgaranna trygd fyri rættvísari viðgerð og lógligari útinning er at finna. Skitna politiska spælið er kanska rokkið nógv longur inn um umsitingarligu hegnini, enn vit geva okkum far um. Tað eru í øllum førum fleiri enn ein og tvær ábendingar um, at so er.

Tíbetur hava vit tó fólk sum Jógvan Thomsen í okkara umsiting. Fólk, sum ikki lata seg kúga, men halda seg rimmarfast til tað, sum er rætt og rímiligt. Tað, sum er innan lógarinnar karmar og fyrisitingarligar siðvenjur.

Ársins fyrimyndir

Í øllum virksemi tørvar okkum fyrimyndir. Fyrimyndir, ið vísa vegin fyri, hvussu vit eiga at húsast og uppføra okkum í teimum leiklutum, vit nú einaferð eru sett at útinna. Tess hægri í hierarkinum hesar fyrimyndir sita, tess størri ávirkan hava tey á moral og arbeiðslag í samfelagnum. Tí er stórur vandi á ferð, tá løgting og umsiting hvørki virða seg sjálvi, sín gerning og tilverugrundarlag.

Tíbetur hava vit í 2010 sæð nakrar fyrimyndir traðkað í karakter, nú tað leikar so hart á. Eftir mínum tykki eru ársins fyrimyndir 2010 tey seks løgtingsfólkini, sum ikki lótu seg gíslataka í løgtinginum 22. desember 2010, og Jógvan Thomsen, sum ikki letur seg taka av fótum av harðrendu viðferðini av serliga Vinnumálaráðnum. Hesi eiga at standa sum vitar í øllum illveðrinum, og teirra gerðir eiga at vísa vegin úr tronganum, sum føroyska fólkaræðið er komið í.

Fara løgtingsfólk at vísa sama integritet og somu virðing fyri fólkaræðinum og síni egnu starvsskipan, sum tey seks løgtingsfólkini, so verður 2011 eitt betri lóggávuár enn 2010.

Fer føroyska miðfyrisitingin at fremja fyrisiting á sama hátt sum Jógvan Thomsen og standa móti trýsti á sama hátt sum hann, so fer 2011 heilt víst at byggja uppaftur nakað av álitinum, sum er niðurlagað í 2010.

Læra vit av okkara fyrimyndum, eru vit við til at byggja land. Lata vit bara standa til og hugsa um egnan búk, er fólkaræðið av álvara í vanda.

Gott nýggjár.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...