Viðmerking í samband við løgtingsviðgerðina av fíggjarlógini fyri 2011 22.desember
Eftir at upptøkutólini í Vørsluni og ljóðpulturin í Sortudýki vóru sløkt 22. desember, gloppaði fíggjarnevndarformaðurin sera varin fundarhurðina og loraði spakuliga álit nevndarinnar um fíggjarløgtingslógina 2011 út gjøgnum dyrnar. Eitt álit fult av broytingum í mun til seinast, tað sá dagsins ljós. Skamma stund seinni atkvøddi ein meiriluti av fólkavalda tingi okkara fyri at seta til viks allar fólkaræðisligar mannagongdir í viðgerðini av hesi meginlóg fyri 2011. Júst hví veit eingin. Tað má opinbart dyljast sum mansmorð. Men eg eri vísur í, at ein rættuliga stórur meiriluti hevur ikki ánilsi av, hvat hann hevur atkvøtt fyri. Tað kann ongantíð vera nøktandi og kemur helst øllum arbeiðslagnum í løgtinginum aftur um brekku í komandi fíggjarári.
Tá undantøkini blíva reglur, er altíð vandi á ferð. Tá byrjar at lukta av fúlum rossahandlum og maktmisnýtslu. Seinnu árini hevur hendan keðiliga siðvenja sníkt seg inn í flestu álvarsmál í løgtinginum. Viðgerðin av løgtingsfíggjarlógini 2011 var bert ein undirstriking av, at tá tað kemur til virðing fyri fólkaræðisligum meginreglum, so er ABC-samgongan púra ísakøld. Og hesin kuldi sær nú út til eisini at hava fingið fastatøkur á pørtum av andstøðuni. Tey kalla tað at dálka sær hendurnar. Politikkur er blivu eins við nakað rotið og skitið, sum bara tey mest samvitskuleysu kunnu taka lut í. Í øllum førum um tú spyrst politikarar. Men hetta er eingin haldbar støða fyri okkara fólkaræði. Og langt frá tí.
Álvarsamari málini eru, minni skulu tey viðgerast, meðan smámálini fáa dagalangar viðgerðir í løgtinginum. Hetta er ábyrgdarloysi og kann bara føra til alt ov nógvar skeivar dispositiónir í stórmálum og alt ov nógv fokus á smámálini. Hetta fer ongantíð at byggja nakað land. Tvørturímóti.
Niðurstøðan má vera, at meirilutin av okkara fólkavaldu umboðum háðar og skýggjar fólkaræðið og heldur føroyska veljaran fyri turra spott. Løgtingið vil ikki so frætt sum viðgera sína egnu meginlóg, og almenningurin má so slett ikki blandast upp í hesa viðgerð. „Fý for pokker“, sum Veyhemaðurin tók til, meðan hann lá við Kaj.

Comments
Post a Comment