Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2013

Vit vita at vit gita

Vit vita at vit gita Føroyskur politikkur flytur seg við alsamt hægri ferð burtur frá tí vit vanliga skilja við skynsaman politikk og politiskar spælireglur. Fólkavald og teirra flokkar eru ikki før fyri at gera skilagóðar, vælumhugsaðar og varandi semjur, og tá tær so loksins eru í ljósmála, megna hesi uttan undantak at leypa frá í seinastu løtu. Maktin og harav fylgjandi girndin verður sett fram um alt og politikkurin og visjónirnar á niðastu røkurnar. Nær borgarin, ið sett hevur hesa fjøld í starv, verður kunnaður um grundgevingar og orsøkir er fullkomiliga undirskipað. Hendan gongdin í politikkinum hevur seinnu árini havt við sær, at tað gerst alsamt meira óneyðugt at grunda sínar støðutakanir, og hesin skaðiligi hugburður seyrar so við og við niður gjøgnum almennu fyrisitingina og út í samfelagið alt. Í skúlanum læra vit at grundgeva sakliga við álítandi keldum. Betur tú megnar hetta, hægri verður karakterurin. Í føroyskum politikki er júst øvugt. Tað er blivin...

Breiðari viðgerð neyðug

Kronikk 1. februar 2012 í Dimmalætting: Posamatur er ódrúgvur, verður sagt. At líta á, at onnur skulu fylla posan við mati, so hvørt tú gerst svangur, kann gerast stokkutur hiti, og neyvan munnu tey fara at koyra meir og meir í posan, so hvørt sum mátturin og megin minkar hjá tí, sum posanum heldur. At sita afturá í lenistólinum og síggja peningin rapla niður í landskassan kann gerast ódrúgt og kenslan av, at peningurin er avmarkaður og ikki kemur av sær sjálvum, hvørvur so líðandi. Hetta er ein royndur lutur í so mongum av lívsins viðurskiftum. Kjakið seinastu tíðina minnir meg um hetta. Tónin tykist vera, at bert vit fáa útlendskar milliónir fluttar á bók via eitt nú uppboðssølu av havsins tilfeingi, so er landið væl bjargað. Makrelkjakið og kjakið um uppboðssølu av fiskiloyvum og kvotum tykist byggja á eina ov einfalda mynd av veruleikanum, og tíverri eru tað millum fremstu búskaparfrøðingar, journalistar og politikarar okkara, ið kasta brenni á bálið, heldur enn at lýsa málið í e...