Skip to main content

Breiðari viðgerð neyðug

Kronikk 1. februar 2012 í Dimmalætting: Posamatur er ódrúgvur, verður sagt. At líta á, at onnur skulu fylla posan við mati, so hvørt tú gerst svangur, kann gerast stokkutur hiti, og neyvan munnu tey fara at koyra meir og meir í posan, so hvørt sum mátturin og megin minkar hjá tí, sum posanum heldur. At sita afturá í lenistólinum og síggja peningin rapla niður í landskassan kann gerast ódrúgt og kenslan av, at peningurin er avmarkaður og ikki kemur av sær sjálvum, hvørvur so líðandi. Hetta er ein royndur lutur í so mongum av lívsins viðurskiftum. Kjakið seinastu tíðina minnir meg um hetta. Tónin tykist vera, at bert vit fáa útlendskar milliónir fluttar á bók via eitt nú uppboðssølu av havsins tilfeingi, so er landið væl bjargað. Makrelkjakið og kjakið um uppboðssølu av fiskiloyvum og kvotum tykist byggja á eina ov einfalda mynd av veruleikanum, og tíverri eru tað millum fremstu búskaparfrøðingar, journalistar og politikarar okkara, ið kasta brenni á bálið, heldur enn at lýsa málið í einum meira breiðum og innlitsskapandi høpi. Tað átti at verið júst teirra uppgáva og í teirra áhuga. Einsíðugt kjak um ein so týðandi tátt í búskapi okkara er vandamikið. T.d. kundi journalisturin, búskaparfrøðingurin ella politikarin spurt og leita eftir svari uppá, hvat vit gera, tá makrelurin brádliga ein dag hevur broytt ferðingarmynstur. Hvønn skulu vit tá selja okkum til? Og hvør er tá eftir at taka vinnuliga skrædlið og royna nýggjar leiðir? Tað er hóast alt hetta framfýsni, sum ger, at vit hava samfelagið, vit hava. Ella er man so naivur, at man heldur føroyskt vinnulív hevur megina at kappast við altjóða stórkapital og hungurslønir? Og hevur man so stórt álit á hesum kapitali, at man heldur hann er minni ‘korrumperandi’ enn føroyski reiðarin? Ógenererað inntøka Búskaparfrøðingar hava kropp á kroppi seinnu árini tosað um skaðiligu árinini av blokkinum, tí hetta er inntøka, sum ikki er genererað av veruligum virksemi í landinum. Ein blankokekkur frá øðrum kassa, sum í síðsta enda bert hækkar kostnaðarstøðið og lækkar kappingarførið. Tí skal hesin niðurlagast, so føroyski búskapurin kann liva eitt sunnari lív í framtíðini. Kann ikki júst hendan grundgevingin brúkast í samband við nógv umrøddu uppboðssøluna? Vit selja jú okkum sum tjóð til aðra tjóð fyri góðar 600 milliónir um árið. Nú sær út til, at alsamt fleiri gerast samd um, at best er eisini at selja tað, sum svimur rundanum oyggjarnar fyri nakrar hundrað milliónir afturat. Ikki bara makrelin, men alt tilfeingi. Er hetta ikki júst ein blankokekkur, sum ikki er genereraður av virksemi, og fer hann ikki í longdini at avlaga samfelagið og kostnaðarstøðið, júst sum blokkurin? Ella hví skal tað vera øðrvísi, um árligi blankokekkurin kemur frá pengatangunum úti í heimi ella frá danska statskassanum? Rættindi og útlendingar Minnist tá eg sum tannáringum hevði ein vinmann, sum var sloppin á rækjuveiðu. Minnist eisini, hvussu stuttligt tað var, tá hesin kom heim, tí hann hevði betri fíggjarorku enn vit landkrabbar til býtúrin. Eisini átti hann bil. Vit unglingar frøddust, men eisini tá var øvundin í samfelagnum í hæddini, tá rómin kundi skúmast eina løtu, eftir at menn við skipum og vitan og einum øðiligum vilja og satsi høvdu skapt føroyingum rættindi. Hvør skúmar róman í dag í rækjuvinnuni? Vit hava ómetaligt skjótt við at gloyma, hví vit hava tey rættindi vit hava, hví vit hava tann kunnleika vit hava, og hví vit hava tann reiðskap vit hava. Eru tað kinverskir, russiskir ella niðurlendskir ríkmenn, sum hava skapt hetta ella er tað onkur annar stórkapitalur, sum er upp á spæl her? Nei, tað er tað ikki, og tað fer tað ongantíð at vera. Teir ynskja at skúma róma, har hann er, tá hann er. Í løtuni í Føroyum, aðrar tíðir í Kyrrahavinum og so í onkrum øðrum høvum. Soleiðis er teirra handilsskapur skipaður. Hetta kunnu vit ikki byggja nakran vakstrarbúskap ella nakra framtíð á í Føroyum, so einfalt er tað. Júst tí er alneyðugt at rópa varskó, og minna á at fólksins ogn sprettir ikki úr ongum. Tann dag makrelurin er burtur, og landskassin kanska hevur fingið nakrar útlendskar milliónir í løtuvinningi, men samfelagið mist dýrabara vitan um fiskiveiðu við framkomnum skipum og góðsking á framkomnum virkjum, tá verður sum hjá kellingini á sinni. Tað undrar meg stórliga, at hesi viðurskifti ikki verða havd meira á lofti av búskaparfrøðingum, sum í mínum hugaheimi eiga at síggja eitt samfelag sum eina heild. Søla og virðisøking Eitt annað, sum hevði verið áhugavert at kanna nærri er, hvussu nógvir føroyingar arbeiða við at selja uppsjóvarfisk. Vit fiska góð 200.000.000 kilo av uppsjóvarfiski, men hava so at siga einki fólk at selja fiskin, einki fólk at menna vøru úr fiskinum og einki fólk at granska hesi viðurskifti bæði samfelagsliga og lívfrøðiliga. Tey, sum so gera nakað við hesi tingini og harvið skapa verulig virði handan peningin, sum fiskurin verður seldur fyri, verða útrópt sum partar av eini korrumperandi maktelitu, oligarkar o.s.fr.. Og hendan beiska tónan skilji eg heilt einfalt ikki. Er tað ikki júst góðskingin og sølukynstrið, ið veruliga kann fáa matvøruídnaðin at blóma og eitt matvøruframleiðandi land fram á leið? Er tað ikki her tey vitanartungu størvini liggja, sum so eisini kunnu hjálpa uppá demografisku gongdina og braindrain trupulleikan? Hesum tykjast búskaparfrøðingar okkara leggja vertin í. Bert nakrar hundrað milliónir rulla um uppboðssøluna, so leingi makrelur og kanska onnur fiskasløg eru til og hava virði. Man hvat skulu vit so gera, tá makrelurin minkar? Hvør skal so siga okkum, hvagar leiðin gongur? Og hvør ásetur at enda prísin? Seljari og røktari hin sami Ein stórur trupulleiki eg síggi fyri mær er, at lóggevandi og útinnandi myndugleikin kemur í álvarsama konflikt við seg sjálvan av eini uppboðssølu. Higartil hava politikarar havt til uppgávu at røkja fiskastovnarnar. Hetta hevur gingið so sum so. Neyvan fer hetta at gerast betri, tá politikarin gerst beinleiðis heftur at, hvussu nógvar dagar ella tons hann sleppur at selja. Skjótt kunnu vit koma í ta støðu, at atlitið til holið í fíggjarlógini og íløguhugur til mangt og hvat gerst størri enn atlitið at burðardyggum fiskiskapi. Hvat er tá vunnið? Síggi fyri mær, at makrelstovnurin ella einhvør annar stovnur minkar burtur í einki, og landið skal spara t.d. 150 milliónir, samstundis sum einki sterkt vinnulív er at hjálpa Føroya fólki at finna og veiða nýtt tilfeingi, ið spjaða kann til fólksins ogn. Tá er greinin, vit sita á, kanska væl og virðiliga sagað av í tráanini eftir løtuvinningi. Vælferð ella banan Føroyar er ikki einasta fiskivinnusamfelag í heiminum. Spennandi kundi verið at hugt at royndunum aðrir hava gjørt sær. Eg skal vera erligur og siga, at eg kenni ikki til allar heimsins fiskivinnuskipanir, men eg tippi, at tey sum hava selt og bert hugsað um búkin her og nú eru fyrst og fremst korrumperaðar stjórnir í tilafturskomnum londum, sum ongan reiðskap, onga vitan og onga framleiðsluorku hava sjálvi. Har øll framburðarmegi er sogin úr samfelagnum av altjóða stórkapitali og korruptum stjórnum. Er hetta framtíðin vit ynskja? Hvussu gera vælferðarfólkaræðini í norðuratlantshavi? T.d. Ísland og Noreg. Selja tey sín fisk til hægstbjóðandi umvegis nakra uppboðssølu? Sleppa føroyingar at bjóða? Høvdu tey funnið seg í, at útlendsk sølufeløg skúma róman av havsins matkova og fólksins ogn? Svarið er mær vitandi eitt greitt nei. Hví? Ja kanska onkur journalistur ella búskaparfrøðingur kundi kannað hetta nærri, ella kanska ræðist man svarið. Jøvn kapping Róð verður javnan framundir, at føroyingar eru protektionistiskir og tað er eitt fy-orð. Well, tá umræður náttúrutilfeingið, eru flestu framkomin lond mær vitandi protektionistisk. At halda, at Føroyar einsamallar fara at broyta hendan hugburð er naivitetur, sum vil nakað. Fyrsta treytin má vera, at føroyskir politikarar hugsa um sítt egna heimabeiti, áðrenn teir fara at hugsa um, at aðrir skulu hava atgongd. Sunn kapping og verulig liberalisma gongur altso báðar vegir. Føroysk reiðarí hava ongar møguleikar at bjóða uppá fiskivinnuna í t.d. Noregi, Íslandi og ES. Hví? Ja kanska er tað tí, tey eru protektionistisk. Og kapping, sum bert gongur annan vegin og ikki byggir á javnar fortreytir, er ikki kapping. Tá leggja vit okkum skerfløt og lata okkum eta upp innanífrá. Breiðari viðgerð ynskist Eg eri ikki búskaparfrøðingur, reiðari ella fiskiklógv. Men eg eri borgari í einum landi, sum nógv ár framyvir kemur at seta sítt álit á fiskatilfeingið, sum kring oyggjarnar svimur. Tí er neyðugt, at viðgerðin av uppboði av ‘fólksins ogn’ fær eina breiðari og opnari viðgerð, enn tað vit eru vitni til í løtuni. Tí eg eri onga løtu í iva um, at fleiri av viðurskiftunum omanfyri kunnu fáa sera óhepnar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, um ikki man tekur hædd fyri teimum, áðrenn okkara tilfeingisvinna endaliga verður etin upp, og vit standa eftir við ongari rávøru, ongum framleiðslutólum og tilafturskomnari vitan um okkara egna livibreyð. Tí posamatur er sum kunnugt ódrúgvur. Tað áttu serliga búskaparfrøðingar, politikarar og journalistar í øllum førum at havt skilt eftir rembingarnar á altjóða fíggjarmarknaðunum og í alheims búskapinum seinnu árini.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenningsskaldsøgu   úr enda

Ein væleydnað debut

Fyri sløkum ári síðan kom út fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Skaldsøgan nevnist Tám, og talan er um eina áhugaverda og væleydnaða debut, sum eg vóni hevur givið høvundanum hug at skriva fleiri. Áður hevur Jón skrivað stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum og Hult og dult við áhugaverdum og góðum stuttsøgum. Skaldsøgan er søgan um Bartal og Anju, sum  finna saman. Vit fylgja tveimum paralellum søgugongdum, og skapa hesar spenningin í søguni. Bygnaðurin er greiður, og sum lesari villist tú ongantíð.  Bókin Tám er ein realistisk samtíðarskaldsøga, sum fer fram í Tórshavn. Temað er trúfesti og fals millum vinir, millum ættarlið, millum kyn og millum samfelag og einstakling. Skaldsøgan lýsir og viðger nútíðarrák í føroyska samfelagnum. Bústaðartrupulleikin, rúsevnishandil, politiskt spinn, útlendsk arbeiðsmegi, hjúnarskilnaður, mentanarmunir og støðan sum einligur forsyrgjari eru millum evnini. Høvuðsleikararnir liva eitt vanligt lív í høvuðsstaðnum, og í teirra gerandisdag er

Ódnartøk í Kongshøll

Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi. Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um. Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæð