Skip to main content

Vit vita at vit gita


Vit vita at vit gita

Føroyskur politikkur flytur seg við alsamt hægri ferð burtur frá tí vit vanliga skilja við skynsaman politikk og politiskar spælireglur. Fólkavald og teirra flokkar eru ikki før fyri at gera skilagóðar, vælumhugsaðar og varandi semjur, og tá tær so loksins eru í ljósmála, megna hesi uttan undantak at leypa frá í seinastu løtu. Maktin og harav fylgjandi girndin verður sett fram um alt og politikkurin og visjónirnar á niðastu røkurnar. Nær borgarin, ið sett hevur hesa fjøld í starv, verður kunnaður um grundgevingar og orsøkir er fullkomiliga undirskipað.

Hendan gongdin í politikkinum hevur seinnu árini havt við sær, at tað gerst alsamt meira óneyðugt at grunda sínar støðutakanir, og hesin skaðiligi hugburður seyrar so við og við niður gjøgnum almennu fyrisitingina og út í samfelagið alt.

Í skúlanum læra vit at grundgeva sakliga við álítandi keldum. Betur tú megnar hetta, hægri verður karakterurin.

Í føroyskum politikki er júst øvugt. Tað er blivin ein dygd einki at vita, men bara gita. Tess betur eitt mál er undirbygt, tess minni eru líkindini fyri, at tað verður samtykt, og tess meira tað er gruggað, tess størri eru líkindini fyri at eitt ella annað kemur út í hinum endanum. Bara okkurt. So eru vit ófør. Soleiðis er gongdin.

Kommunali glantrileikurin

Kommunali glantrileikurin er eitt av mongum dømum um, hvussu politikkur í Føroyum verður førdur. Hesin leikur hevur gingið fyri seg í mong harrans ár, og nú ”mátti” okkurt henda. Bara okkurt. Tað skal síggja út sum um, vit gera okkurt. Útslitið leggja vit lítið í og avleiðingar enn minni. Um vit vinna ella ikki, er líkamikið. Bara tað sær út sum um vit gera okkurt, so er politikkurin væleydnaður.

Nýggjasta kaninin í kommunalpolitiska hattinum var so ein fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging. Trupulleikin var bert, at hvørki landsstýrisfólk ella samgongumeiriluti, eiheldur kommunalpolitikarar, høvdu ánilsi av, hvat úrslitið skuldi brúkast til.

Sum lærari veit man, at er man ikki fyrireikaður til tímarnar, so eru spurningarnir til næmingarnar ógreiðir. Nógvir svara ikki, men undrast, summir svara, men tá er svarið sum oftast skeivt, tí eingin kennir í veruleikanum rætta svarið. Heldur ikki lærarin.

Nakað soleiðis fyrikom mær støðan undan valinum og sanniliga ikki minni aftaná. Lærarin, Kári P. Højgaard, hevur ófyrireikaður útskrivað nakrar spurningar til næmingarnar, Føroya fólk, sum stóðu spyrjandi og fyri tað mesta tigandi. Hví? Tí spurningurin var meiningsleysur. Eingin kendi avleiðingarnar. Tann sum setti spurningin visti ikki, hvat hann skuldi gera um svarið var hetta ella hatta og tey, sum hava heimild at gera avtalur millum kommunur um samanlegging (kommunustýrini) áttu einki petti í hesi atkvøðugreiðslu.
                                     
Fullkomna meiningsloysið

Aftaná er so fullkomna meiningsloysið komið til sjóndar. Dagarnar undan fólkaatkvøðuni legði okkara landsstýrismaður í innlendismálum stóran dent á, at ein valluttøka yvir 50% var nøktandi. Eisini legði hann dent á, at endamálið var at fremja samanleggingarspurningin. Sama gjørdu løgmaður og landsstýrisfólkini í fíggjarmálum og almannamálum, sum koyrdu og sigldu um firðir og sund at boða sín boðskap. Aftaná kundu vit so staðfesta eina valluttøku á eini 30% og at atkvøðan fullkomiliga hevur steðgað allari samanleggingartilgongd. Eisini har sum gongd var í málinum.

Allíkavæl sigur okkara innlendismálaráðharri við portal.fo valkvøldið ”Eg eri øgiliga glaður”. Antin hevur maðurin slongt um seg við lygnum undan valinum og ætlað nakað heilt annað enn muður mælti, ella hevur hann ikki minsta skil fyri politiskum integriteti. Bara á hansara egna heimabeiti man samanleggingin verða skotin eini 20 ár út í framtíðina. Men maðurin er sum sagt “øgiliga glaður”.

Hetta minnir ikki sørt um blokkstuðulshækkingina hjá løgmanni og hansara flokki. Hækkingin sum var 200 milliónir undan valinum og 8,6 milliónir tríggjar mánaðir seinni. T.v.s. 4,3% av tí hann setti nøsina eftir. Slíkum málum liva vit ikki leingi av. Men løgmaður var glaður allíkavæl.

Og so ikki at tala um sosialpolitikk Miðfloksins. Verji teirra veiku í samfelagnum. Hansara sosialpolitikkur er veruliga farin at síggjast aftur í samgonguni. Halda teir í øllum førum, tí teir eru so øgiliga glaðir fyri nøkur “innrømmilsyr” eftir ein internan samgongufund. Ikki eitt komma bleiv tó flutt í hvørki fíggjarkørmum ella ALS-lóg. Áh tann ávirkan.

Fólkaflokstáturnar rimmarfastar

Fólkaflokstáturnar ella lokkuboppurnar, sum tað eisini verður rópt, sita rimmarfastar millum varrarnar á hesum trimum flokkum og teirra floksformonnum, eins og tær hava sitið fastar á summum andstøðuflokkum í áravís. Tað plagar at verða sagt, at fremsta dygdin hjá einum politikara er ikki at forelska seg í maktini. Hendan dygdin er fráverandi í føroyskum politikki.

Hjá vanliga borgaranum er føroyskur politikkur meiningsleysur í løtuni. Fyrst og fremst tí tað er óneyðugt at grundgeva sakliga, og harnæst eru politikararnir dugnaligari at snakka seg burturúr tingunum og seta dagsskránna, enn journalistarnir eru at seta seg inn í tingini og spyrja røttu spurningarnar. Ti fær føroyska fólkið, veljarin, ikki fylgt við í, hvat gongur fyri seg.

Eg vænti, at tað eru álvarsamari spurningar enn tollfría sigarettsølan hjá Atlantic og okkurt hissini tilboð frá Rúsuni, sum verða viðgjørdir handan valdsins veggir í hesum døgum. Opium til fólkið, sum Marx gamli tók til. Eg meini tað.

So er spurningurin, hvør vil vita og hvør vil gita. Við gongdini á politiska leikvøllinum og journalistiska vígvøllinum, kundi eitt nýtt herróp fyri okkara kæra land verið: Vit vita, at vit gita. Kanska ein beinrakin yvirskrift til røðu løgmans á Ólavsøku 2012.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...