Ein sera skilagóð raðfesting av landsstýrinum, sum vónandi fer at síggjast aftur í spennandi átøkum og eini menning av almenna tilvitinum um týdningin av málmenning hjá børnum. Skermunum sleppa vit neyvan undan, hóast vit sum fragast royna at finna eina skilagóða javnvág í nýtsluna. So eitt 'need to have' er tilfar til skermarnar á føroyskum. Og tað ber væl til. Heima við hús hava vit spent fylgt við jólakalendaranum í sjónvarpinum t.d.. Hví? Jú tí hann var gott sjónvarp og v ar á føroyskum. Børn elska sítt móðurmál, og tað er okkara uppgáva at geva teimum tað. Við ítøkiligari handling. Her vísti Kringvarpið sínar førleikar og sína styrki. Men eisini er neyðugt miðvíst at styrkja almennu tilvitanina um týdningin málmenning hevur. Hetta kundi verið eitt landsumfevnandi átak, sum rak út í hvønn krók í samfelagnum. Tí málmenning fer fram allastaðni allatíðina. Vit hava øll so ella so ábyrgdina av okkara móðurmálið, men serliga tveir stovnar í okkara tænastu hava størri ...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.