Skip to main content

Frálík dokumentarisma

Takk Uni Leitisstein Hansen, Eyðun Müller Thomsen og Kringvarp Føroya fyri dokumentarfilmin um G! festivalin.
Hendan søgan er serstøk, og her eru anekdotir í hópatali at tríva í. Eg kann lítið ætla, at tit ofta hava bitið tenninar saman, krympað tærnar og sagt ‘kill your darlings,’ og helst eru eisini fleiri, ið spyrja, hví var hatta ikki við ella hitt. Her eru so nógvir skattir skaptir hesi 16 árini festivalurin hevur livið, so skjótt kundi alt druknað í nostalgi og kompromium. Í røttum G! anda megnar dokumentarurin tó at halda fast í eini beinharðari linju, sum er væl tilrættarløgd frammanundan, og ikki stýrd av tí, sum av tilvild rekur framvið linsuni. Frálíkt at síggja og við tónleikinum í fokus.
Eg minnist væl løtuna í juli 2002, tá man fór á hin fyrsta G!festivalin. Serliga minnist eg atgongumerkjasøluna. Mítt fyrsta upplivilsi á G! Eingin forsøla, netsøla, kortterminalur ella tílíkt. Við innkrevjingartaskunum hjá GÍ stóðu brøðurnir Ólavur og Tórfinnur og seldu bilettir. Teir fluttu seg tó skjótt frá innkrevjingini upp á pallin og haðani víðari á teirra listaleið innan ávíkavist tónleik og film, har teir virka í dag.
Dokumentarurin fangar essensin á G! ómetaliga væl. Samrøðan við Jón Tyril, sum er ein meistari at seta orð á, var væl sett saman við restini; brotini har man fylgdi vælvaldum og umboðandi gestum, bygdafólki og fyriskiparum somuleiðis og so allur tónleikurin kryddaður við svimjing, siglitúri, guðstænastu, heimakonsert v.m.. Ein heild, sum lýsir søguna, endamálið og innihaldið á hesum slóðbrótandi festivali sera væl.
Kompositiónin í trimum pørtum var eisini frálík og skiftini inni í teimum trimum pørtunum riggaðu væl. Tað var líkasum, at man eftir annan part (hósdag og fríggjadag) var eitt sindur troyttur av at hyggja. Júst sum á G! Men so spakuliga byggist upp til hæddarpunktið. Leygarkvøldið. Og akkurát hetta var kenslan, tá fyrst Alphaville á Sandinum og síðani Danny and the Veetos endaðu á Spæliplássinum í ár. Bæði í veruleika og filmi. At filmurin so leiðir okkum inn í hjartað handan tjøldini, har høvuðsfyriskipararnir staðfesta eitt yvirskot og helst gleða seg mest av øllum at sleppa í song eftir fleiri svøvnleysar dagar og nætur, setur tað heila í perspektiv.
Eingin tilvild, men dokumentarisma bygd á kunnleika, innliving og professionalismu. Frálíkt.
Tilvild ella ei. Heitið á filminum og veðrið á frumframførsludegnum kunnu vit so øll tyggja upp á eina løtu, meðan við bíða eftir Rag'n'Bone Man og hansara Human.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...