Skip to main content

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?



Skulu vit frameftir hava reint mjøl í posanum, tá vit syngja orðini hjá Jóannes Patursson Føroya mál á mannatungu merkir: her býr Føroya fólk, so skulu heilt aðrir bollar í suppuna.

Nógv orð – lítil handling

Hóast avbjóðingin er stór, so hava føgrur orð og lýsingar av trupulleikanum ikki trotið. Skulu vit meta út frá temperaturinum á kjakfundinum á Finsen herfyri, so bagir viljanum heldur einki, og sum ein av luttakarunum í politikarapanelinum segði, so skulu vit bara koyra ahead.

Rúm tíð er nú gingin síðan fundin á Finsen, men lítið, fyri ikki at siga einki, hevur verið at frætt aftur. Soleiðis hevur lagið verið seinastu mongu árini. Intentiónir, kjak og viðurkenning av avbjóðingini, men annars tøgn.

Og fundurin á Finsen stendur langt frá einsmallur í politisku intentiónsrøðini. Fyri sjey árum síðani í 2011 bleiv eitt sera skilagott og frameftirlítandi Integratiónsálit skrivað. Har er málspurningurin væl og virðiliga umrøddur og øll stigini, sum framvegis eru eftir at taka, væl lýst.

Talið av útlendingum er vaksið nógv síðan tá. Í dag eru umleið 12 % av fólkinum útlendingar og umleið 4 % útlendingar frá øðrum londum enn norðurlondum. Hesi hava framvegis einki skipað útbúgvingartilboð í føroyskum máli. Hvørki børnini ella tey vaksnu. Eingin formell útbúgvingarleið, eingi krøv, eingin meting av førleikum og eingin samskipan tvørtur um skúlaskipanir, vinnulív o.s.fr..

Ikki tí. Øll okkara grannamál hava ment seg sum fremmandamál, og tí átti at verið laga manni at farið undir eina miðvísa menning av føroyskum sum fremmandamál. Málið er jú røddin í samfelagnum. Dugur tú ikki málið, hevur tú skerda rødd í fólkaræðinum. Og tað er kanska kjarnan í trupulleikanum. Nevniliga at har er eingin rødd. Eingin savnandi megi, sum kann flyta nakrar atkvøður ella veruliga kann rista í føroyska politikaran nóg mikið til, at munagóð felags átøk verða framd í verki.

Skipan og tilfar

Eitt, sum kom fram í eini av frálíku framløgunum á Finsen var, hvussu málførleikin hjá fremmandum ítøkiliga kann metast, so skúlar og arbeiðsmarknaður kenna málsliga støðið.

Hetta er tað fyrsta, vit mugu gera. Laga formligu útbúgvingarskipanina, so hon rúmar fólki við øðrum mentanarligum og málsligum bakstøði enn tí føroyska. Hetta er kanska tann lættasti parturin, tí hann gongur fyri tað mesta fyri seg á skriviborðinum, men hann er ógvuliga umráðandi og neyðugur, tí talið av útlendingum fer neyvan at minka í framtíðini. Longri vit bíða størri verður langtíðarkostnaðurin. Bæði á ein og annan hátt.

Men skriviborðsarbeið loysir ikki trupulleikan. Tað gera føgur álit og ráðstevnur tíverri heldur ikki. Tyngsti parturin er enn sum áður íverkseting og viðlíkahald.

Hvar skal frálæran staðsetast? Í fólkaskúlanum, í miðnámsskúlanum ella kanska á einum nýggjum arbeiðsmarknaðardepli? Hvussu førleikamenna vit lærarar at undirvísa í føroyskum sum fremmandamáli? Vit hava eina námsvísindadeild og eina føroyamálsdeild á sama og einasta universiteti í landinum. Í uppraðfestingini av Setrinum átti hetta at verið eitt púra sjálvsagt krav, sæð í mun til samfelagsins tørv.

Undirvísingartilfar má somuleiðis framleiðast til øll skúlans stig. Her hava vit altjóða frálærutilfar í hópatali at halda okkum til. Føroyskt er sum sagt ikki einasta málið í heiminum við hesi avbjóðing, so í so máta skal tann djúpi tallerkurin ikki uppfinnast einaferð afturat.

Samskipan og samstarv

Nógvar góðar og konstruktivar kreftir arbeiða dag og dagliga við spurninginum. Tórshavnar kvøldskúli hevur í so máta skara framúr í fleiri ár. Teirra royndir og innsatsur eru gull verd og eiga at kunna gagnnýtast betur í eini samskipaðari tilgongd. Fantastiskt, at vit hava eldsálir, sum av sínum eintingum taka slík álvarsmál á seg.

Baksíðan á medaljuni er tíverri, at tey samstundis taka broddin av politiska trýstinum. Men vit mugu víðari í handfaringini av fremmandamálsavbjóðingini. Málbólkurin veksur í stórum og fer neyvan at minka aftur. Vit hava alsamt fleiri nationalitetir og tey fáa sjálvandi eftirkomnarar, sum veksa upp í einum føroyskum veruleika. Sum árini ganga gerst avbjóðingin alsamt meira fjølbroytt.

Í dag hevur tú neyvan eitt fakligt prát við námsfrøðing, fólkaskúlalærara ella miðnámsskúlalærara, uttan at hesin problematikkurin verður viðgjørdur. Vónandi fer hann skjótt at fylla um ikki eins nógv, so nakað væl meira enn í dag hjá teimum, sum varða av pengakassum, lógarkørmum og náms- og málvísindaligum útbúgvingum í Føroyum.

Vilji og játtan

Ein samlaður innsatsur má til úr erva. Bæði í skipan og játtan. Í skipan fyri at fáa formliga útbúgvingarbygnaðin defineraðan útfrá dagsins veruleika, og í játtan fyri at fáa dagført læraraførleikar, undirvísingartilfar og útbúgvingarkarmar.

Borgarin, sum hevur størsta tørvin, hevur sum sagt einki føroyskt mál og nóg illa atkvøðurætt. So trupult er at klintra upp á ‘must have’ hillina, har tunnlar, tilfeingisgjøld og okkurt kosmetiskt ‘ð’  ella ‘x’ eru betur dámd prýði.

Men vit hava framvegis eina skyldu at førleikamenna tey, ið ikki hava fingið føroysku mentanina og føroyska málið inn við móðurmjólkini. Vit kundu hóskandi sett okkum sum mál, at orðini hjá Bóndanum á fólkafundinum í Reynsmúlalág í 1905 um málspurningin í fólkaskúlanum eisini í 2018 og frameftir eru umboðandi fyri tað fólkið, sum í Føroyum býr.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...