Mariumessa 25. mars er nakað heilt serstakt, tí ikki er hetta bara føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb og 9 mánaðir fyri jóladag. Hetta er eisini føðingardagurin hjá mammu míni, sum andaðist í 2011. So heitið móðurmálsdagur fær líkasum ein hægri týdning. Ímillum tey bæði Hammershaimb og mammu vóru 127 ár, og tó hava bæði havt eina avgerandi ávirkan á mítt mál, eins og aðrar føroyskar mammur og Hammershaimb hava havt fyri flestu føroyingar. Mamma man sum flestu mammur hava lært meg fyrstu orðini og ávirkað mín málsliga førleika. Ja kanska var ‘mamma’ mítt fyrsta orð. Og Hammershaimb, hóast hann ikki var høvuðsarkitekturin aftanfyri bulin í skriftmálsuppskotinum á sinni, so var hann høvuðsmaðurin at fáa okkara mál niður á pappír og prógva í verki, hvør dugur var í tí. Jú so ella so hevur hann lagt lunnar undir skriftmálið, ið vit hava havt so stórt gagn av síðan. Í dag kunnu vit staðfesta, at hóast føroyskt eins og flest onnur tungumál hevur avbjóðingar av ymiskum slagi, ið vit sjálva...
Páll Isholm bloggar um mál, bókmentir, miðlar, skúla og fólkaræði.