Mariumessa 25. mars er nakað heilt serstakt, tí ikki er hetta bara føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb og 9 mánaðir fyri jóladag. Hetta er eisini føðingardagurin hjá mammu míni, sum andaðist í 2011.
So heitið móðurmálsdagur fær líkasum ein hægri týdning. Ímillum tey bæði Hammershaimb og mammu vóru 127 ár, og tó hava bæði havt eina avgerandi ávirkan á mítt mál, eins og aðrar føroyskar mammur og Hammershaimb hava havt fyri flestu føroyingar.
Mamma man sum flestu mammur hava lært meg fyrstu orðini og ávirkað mín málsliga førleika. Ja kanska var ‘mamma’ mítt fyrsta orð. Og Hammershaimb, hóast hann ikki var høvuðsarkitekturin aftanfyri bulin í skriftmálsuppskotinum á sinni, so var hann høvuðsmaðurin at fáa okkara mál niður á pappír og prógva í verki, hvør dugur var í tí. Jú so ella so hevur hann lagt lunnar undir skriftmálið, ið vit hava havt so stórt gagn av síðan.
Í dag kunnu vit staðfesta, at hóast føroyskt eins og flest onnur tungumál hevur avbjóðingar av ymiskum slagi, ið vit sjálvandi eiga at taka í álvara, so hava vit eitt livandi mál í flestu lutum. Bæði skrivliga og munnliga. Og fram um so nógv onnur hava vit føroyingar eisini ein alsk á okkara móðurmáli. Hetta kemur ikki minst til sjóndar, tá málsligir spurningar verða umrøddir formelt og óformelt.
Ein bági er tað tó, at kjakið ov ofta snýr seg um, hvat rætt ella skeivt, hóskandi ella óhóskandi, og at tónin ofta er niðrandi við peikifingrum á lofti. Hetta ger seg inn á okkara persónliga móðurmál og gerst í ov stórum mongdum ein haft um beinini. Sum oftast grundar tað seg á, at kjakarar tilvitað ella ótilvitað ynskja, at talumálið blívur sum skriftmálið.
Eitt skriftmál er fult av reglum. Eitt talumál hevur í prinsippinum ongar reglur. Skriftamálið er varðveitandi ella konserverandi, meðan talumálið áhaldandi broytist í øllum møguligum samanhangum. Skriftmálið er sum ein brunnur, meðan talumálið er sum ein á. Og vatnið í ánni finnur sær altíð vegir, óansæð hvussu stórar byrgingar vit royna byggja, og so skulu vit eisini minnast til, at tað er talumálið sum fyllir brunnarnar. Ikki øvugt. Tí tá avmarka vit málið og harvið samskifti.
Høvuðsendamálið við einum máli, um tað er tala ella skrift, er nevniliga at fremja samskifti. Samskifti fer fram millum tveir ella fleiri partar. Onkur skal senda og onkur skal móttaka. Og javnvágin liggur onkustaðni har í millum. At hava eina skilagóða javnvág er ein kunstur í so mongum av lívsins viðurskiftum. Eisini teimum málsligu.
Myndirnar eru frá vitjan í Lyderslev har Hammershaimb var prestur og liggur grivin. Ein sera vakur og friðsælur staður, ið hann viðmælast øllum, ið vitja har um leiðir. Eisini vóru vit í Frøslev, ið er grannabygdin og har Hammershaimb somuleiðis var prestur.
Við yrkingini “Ongin er orsøk” fari eg at ynskja øllum eina góða Mariumessu, ein góðan móðurmálsdag og ynskja mammu og Hammershaimb til lukku við føðingardegnum.
Ongin er orsøk
Náttin er ljós nú
summar er
sannkenni løtuna í mær her
siti bert kvirrur og hyggi út
fuglurin hoyrist
stákast nú
bygdi sær reiður har eg og tú
sóu bilarnir koyra hvør sín veg
alt er á ferð
í hesi verð
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er júst tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
Roðar í eystri
fyri sól
reisist og fari at finna ból
dagurin krýpur nú inn í heim
byrjar mín ferð
í dreymaverð
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er júst tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er enn tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
partur av teim
farin heim
Comments
Post a Comment