Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2021

Mál á Paname

Tað er ikki hvønn dag, at Páll fær røtur, ljóðar eitt orðatak. Men tað fekk hann so týskvøldið, tí í søguliga umhvørvinum á Café Paname og í Gamla bókhandli blivu tvær bøkur um føroyska málið lagdar fram. Føroysk purisma eftir Jógvan í Lon Jacobsen og Útlitini fyri einum málskifti eftir Rakul Skaale Andreasen. Tað er Fróðskapur, sum stendur fyri báðum útgávunum. Jógvan, sum starvast sum professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum, viðger purismu og serstakliga føroyska purismu, sum er málhugsjónin, ið søguliga hevur verið ráðandi í føroyskum málpolitikki. Júst tí er bókin Føroysk purisma sera viðkomandi og ein fongur fyri øll, ið ynskja at skilja málsligu menningina, sum hevur verið í Føroyum, og sjálvt málkjakið, sum stundum er hvast, heldur bonskt og óneuanserað. Rakul, ið nýliga bleiv liðug sum master í føroyskum, viðger í síni bók útlitini fyri, at føroyskt má lúta fyri enskum. Niðurstøða hennara byggir á kanningar millum føroyskan ungdóm. Spurningurin um hugburð til føroys...

Guðrun Gaard: Rasmus á Háskúlanum

Júst í dag eru 150 ár síðan Rasmus Rasmussen varð føddur við Kirkjar í Miðvági. Hann var borin til garðin Norðuri í Stovu, men lív hansara lagaði seg øðrvísi, og Rasmus bleiv í staðin ein av slóðbrótarunum í føroyskum mentanar- og samfelagslívi. Í bókini Rasmus á Háskúlanum, sum kom út á Ólavsøku, hevur Guðrun Gaard savnað mangt og hvat forvitnisligt og lagt tað fram á ein lættan og áhugaverdan hátt.  Ævisøgurnar blíva alsamt fleiri í føroysku bókarúgvuni, og tað er at gleðast um. Okkara felags søga og menning er týdningarmikil at kenna og hava virðing fyri, tí einki kemur av ongum, og at fortelja søguna gjøgnum lívið hjá fólki, ið onkursvegna hava skarað framúr og flutt okkara land fram á leið er forkunnugt og spennandi. Øll ættarlið hava síni stríð, og bara eftirtíðin kann meta um úrslitið. Søgan um Rasmus á Háskúlanum er ein framúr góð søga um ein mann, sum tók á seg so mangt stríðið. Bæði privat, hugsjónarliga og yrkisliga. Hann upplivdi at missa trý børn og konuna; hann vald...