Øll ættarlið hava síni stríð, og bara eftirtíðin kann meta um úrslitið. Søgan um Rasmus á Háskúlanum er ein framúr góð søga um ein mann, sum tók á seg so mangt stríðið. Bæði privat, hugsjónarliga og yrkisliga. Hann upplivdi at missa trý børn og konuna; hann valdi Háskúlan fram um garðin Norðuri í Stovu, ið hann var borin til; hann skrivaði fyrstu føroysku skaldsøguna; fyrstu floruna, og vit kundu hildið áfram, tí avrikslistin er langur.
Í arbeiðinum við bókini um Ramus hevur Guðrun Gaard verið víða í virðis- og rúgvumiklum tilfari. Prentaðum sum óprentaðum. Hon hevur sett hetta saman saman í eina heild, so vit lesarar á teimum gott 250 síðunum lætt og ómakaleyst kunnu fáa søguna um hendan fakliga úrmælingin og heimsspekingin, ið velti upp úr nýggjum har einki var frammanundan. Aftast í bókini eru hent yvirlit yvir verk hansara og keldur høvundans.
Bókin er bygd upp í pørtum, sum lýsa ymisk tríðarskeið og evni. Bæði kronologiskt og tematiskt. Fyrstu hundrað síðurnar eru ein almenn ævisøga í tíðarrøð, har uppvøkstur, familja, skúlagongd og háskúlin eru karmurin. Hetta er eftir mínum tykki tann mest spennandi parturin. Síðani koma tematisku partarnir um ávíkavist plantufrøðingin, skaldið, skrivaran og politikaran Rasmus.
Sum lesari, so væntar man, at ein ævisøga fer fram í tíðarrøð. Hinvegin tá ein so fjøltáttaður persónur sum Rasmus skal lýsast, so er kanska trupult at samanflætta allar træðrirnar í somu kronologisku frásøgn. Hetta er eitt val, sum høvundurin hevur gjørt, og eg haldi ikki tað bilar, tí á teimum fyrstu stórthundrað síðunum hevur Guðrun lagt ein somikið góðan botn, at lesarin sjálvur megnar at flætta ymisku træðrirnar saman. Í endanum á bókini er eisini ein hugleiðing, har høvundurin tekur samanum undir hóskandi yvirskriftini Mannasøgan hevur mangar tættir.
Bókin Rasmus á Háskúlanum eftir Guðrun Gaard er ein góð, upplýsandi og kveikjandi ævisøga, um ein persón, sum við virki sínum fekk so ómetaligan týdning fyri menning av og trivnaðin í føroyska samfelagnum.
ReplyDeleteEg var spentur uppá at lesa hesa bók, tí Rasmus á Háskúlanum varð í barnaheimi mínum umtalaður við størstu virðing sum klókur og arbeiðssamur maður. Ein maður, sum saman við Símuni av Skarði útrættaði nógv fyri Føroya land. Rationalisturin og romantikarin.
Bókin er vælskrivað og ikki ov long. Eg las hana út í eitt.
Pápin fortaldi ofta søguna, sum hann hevði frá Rasmusi sjálvum, táið Marius Kristensen bað Rasmus skriva stíl á føroyskum, og Rasmus bar seg undan, tí hann dugdi ikki. "Tað skal eg læra teg," svaraði M. Kristensen, og so bleiv.
Abbi mín í Skálavík gekk á Askov nøkur ár eftir Rasmus og kendi lærararnar har. Teir vóru allir úrmælingar, og onkur bleiv undirvisingarministari seinni.
Askov var eitt mentanarligt feitilendi, sum gav nógv, eitt nú Føroya fólkaháskúla.
Ps. Táið Charlotte Langkilde skrivaði bókina um langabba sín Amtman Dahlerup - eina stak góða bók - stigu setursfólk fram og kolldømdu bókina, tí ein kann ikki skriva um langabba sín. Tað var einki uttan slutur og vrevl.
Bokin hjá Langkilde er ein sannur gripur, og tað er bókin hjá Guðruni Gaard eisini. Rithøvundurin er abbadóttir Rasmus, og tað er einki problem, táið man veit tað.
Pss. Annars haldi eg, at "Sær er siður á landi", endurminningarnar hjá Rasmusi, er nakað av tí allarbesta, sum vit eiga á føroyskum. Guðrum hevur eina góða frágreiðing um, hvussu tann bókin bleiv til.
jd