Í farna mánaði sóu vit tvær alment fíggjaðar máltøkniverkætlanir verða loystar úr lagdi. Tær komu á eitt turt stað, tí innan máltøkni er føroyskt enn ein eftirbátur, sum so dánt hongur í. Øll, sum eru góð við okkara mál, eiga sjálvsagt at fegnast um øll framstig, men vit mugu samstundis ásanna, at hetta eru bara støk og smá fet, um vit ætla at vinna okkara máli sess millum øll hini í talgildu framtíðini.
Tøknin er ein góður
tænari, men ringur harri. Soleiðis tók stjórin á Føroya Tele einaferð til í
einum fyrilestri við Løkin í Runavík. Ivaleyst meinti hann við ovurnýtslu av
tøkni og fylgjurnar av henni. Men orðingin kann sanniliga eisini nýtast í
sambandi við tøkni og málmenning.
Tí tøknin er ein óloysiligur
partur av okkara gerandisdegi, og tøknin er full av máli, sum í alsamt størri
mun verður framleitt við algoritmum og tilgjørdum viti. Orð og tala eru allastaðni
til staðar, og gerast fleiri og fleiri av hesum ikki føroyskt í framtíðini, so
er hetta ein økismissur, ið kemur at ávirka málið meira, enn vit gáa um í dag.
Eitt gott dømi um
málsligu støðuna kom fram í sambandi við árliga málfundin á mentanarvikuni í
Runavík í ár. Har staðfesti lærari, at alsamt fleiri føroysk børn og ung tosa
enskt saman. Hetta loypti hvøkk á fleiri, men neyvan tey, sum eru millum børn
og ung í gerandisdegnum, tí fyribrigdið er vælkent og vaksandi.
Í fyrra lagi er hetta
eitt greitt tekin um, hvussu langt enskt hevur vunnið seg inn í okkara
gerandisdag, og í øðrum lagi ein áminning um, hvør málsligur máttur er í
tøknini.
Máltøkni spælir ein
avgerandi leiklut allastaðni kring okkum. Ikki bara millum børn og ung, men
sanniliga eisini millum tilkomin og eldri. Málið og rættlesarin á telefonini og
telduni eru dømi um øki, ið vit enn ikki hava ræði á, sjálvvirkandi týðing av
bókum, heimasíðum og filmi eru onnur dømi. Teldutala og talukennari eru onnur
amboð, sum støðugt eiga at mennast og gerast partur av nýmótans talgildum amboðum,
ella sum sagt verður í tilmæli 13 í áliti um føroyska KT-vinnu frá
Vakstrarforum: At tosa føroyskt við tól er ein fyritreyt
fyri at varðveita og menna føroyska málið, sum er kroyst av enskum.
Máltøkniætlanir
Undanfarna samgonga setti
hol á eina máltøkniætlan við íblástri úr Íslandi. Hetta arbeiði tykist tó vera
uppsteðgað. Men ein máltøkniætlan er neyðugt amboð, skulu vit skilvíst og
miðvíst menna føroyskt í framtíðini.
Í Íslandi hevur man í
nógv ár miðvíst arbeitt við at menna máltøkni. M.a. í ætlanini Máltækni fyrir íslensku 2019-2023. Á heimasíðuni icelandic-lt.gitlab.io hjá SIM, sum
stendur fyri Samstarf um íslenska máltækni, fæst eisini ein mynd av,
hvussu umfatandi hetta virksemi er í okkara grannalandi og grannamáli fyri
vestan.
Í Danmark hava land, regiónir og kommunur tikið
lógvatak saman og undirskrivað eina sokallaða Digitaliseringspagt,
sum m.a. umrøður máltøkni við støði í frágreiðingini frá Dansk sprognævn, Dansk
sprogteknologi i verdensklasse. Á heimasíðuni sprogteknologi.dk síggjast nøkur av
úrslitinum og dømi um, hvussu man kundi skipað seg, og hvørjar ætlanirnar eru
hjá lítla málinum danskt.
Bæði í Íslandi og í Danmark er samstarv
lyklaorðið, tí tey ásanna, at tilfeingið er avmarkað, og avbjóðingin
tvørfaklig. Í báðum londum er førleikamenning eisini ein lykil. Í Íslandi hevur
Háskóli Íslands stovnsett masterútbúgving í máltøkni, og á Københavns
Universitet hevur man m.a. stovnsett Center for sprogteknologi.
Máltøknidepil
Vit hava í dag ókeypis
atgongd til orðabøkur á netinum, ein rættstavara, sum virkar á flestu pallum,
vit hava eina teldutalu og nú eisini ein dátugrunn ella ein sokallaðan BLARK
til ein føroyskan talukennara, og vit hava sæð fyrstu fetini hjá einum
sjálvvirkandi týðara. Hvørt sær frambrot hjá eldsálum, sum vit hava óendaliga
nógv at takka fyri. Felags er tíverri eisini, at eingin miðvís og samskipað ætlan
er fyri víðari menning av hesum amboðum. Ein menning, sum er alneyðug, um vit
skulu gagnnýta hesi amboð og orkuna, ið brúkt verður, til fulnar í framtíðini.
Hetta eru sjálvsøgd
og vælment amboð í okkara grannamálum, sum brúka nógvar pengar og nógva orku
til júst samskipan, miðlan og víðari menning. Tey hava eisini skipaðar
tilgongdir og útbúgvingar, so tey allatíðina eru dagførd og til reiðar.
Tað áttu vit
sjálvsagt eisini at havt. Tí hóast vit eru 109 ferðir minni enn Danmark og 7
ferðir minni enn Ísland í fólkatali, so er føroyskt líka stórt, fjølbroytt og
týdningarmikið sum danskt og íslenskt. Og tað er bara okkara ábyrgd at
røkja og menna føroyskt.
Neyðugt er tí við
munagóðum tøkum á ovastu rók í politisku skipanini. Vit mugu hava eina ætlan, ein
pengaposa og serkunnleika, men fremst av øllum samskipan og samstarv. Skipað samstarv
millum allar partar, sum fáast við máltøkni. Uttan samstarv verður stevið sum
higartil, at ódnartøk bjarga okkum viðhvørt eina løtu, men tryggja ikki
dagførdar skipanir og tryggja heldur ikki, at vit eru til reiðar til næstu
tøkniligu frambrotini.
Á
framløgutiltakinum í Kongshøll, tá BLARK’urin varð lagdur fram, vórðu nógv góð
orð søgd – eisini av ovastu politisku og fakligu rókum. M.a. um týdningin av
máltøkni, samstarvi og víðarimenning. Øll eru og hava verið greið yvir hendan
týdning í mong mong ár. Vit mangla tó enn at síggja veruliga handling handan
orðini. Ein veruligan vilja áhaldandi at lyfta føroyskt inn í talgildu verðina.
Stundin er komin,
at vit fáa sett veruliga handling handan orðini og skipað ein máltøknidepil,
sum samansjóðar førleikar og hugskot frá forløgum, granskarum, áhugabólkum,
lærustovnum, íverksetum, vinnuni o.s.fr.. Førleikar um mál, um tøkni, um
námsfrøði, um serstakar tørvir, ja, um alt, ið máltøkni kann og fer at kunna.
Gera vit tað rætt, so kann máltøkni gerast okkum ein so góður tænari, at
føroyskt gerst størri og sterkari enn nakrantíð, heldur enn at máltøkni gerst ein
ringur harri, ið ger enda á føroyskum.
Comments
Post a Comment