Skip to main content

Posts

Showing posts from 2010

Leysakrút ella dyggari fólkaræði

Kronikkur í Dimmalætting í samband við at uppskot um aftur at gera Føroyar til 7 valdømi var fyri á løtgingi. Prentað 10. mai 2010. Broytingar í vallógini eru aftur á breddanum, bert hálvt triðja ár eftir at broytingar blivu framdar seinast. Um tað er fjáltur og valfepur, sum herjar í løgtinginum, skal verða ósagt, men undranarvert er, at hugflogið bert røkkur til at venda aftur til gomlu skipanina ella nakað, sum líkist henni Eisini kann man undrast á, at tað bara er spurningurin um rokning og valdømi, sum setir dagskránna, og at vit fyri alt í verðini ikki mugu hava eina breiða og dygga viðgerð av málinum. Talan er hóast alt um okkara valskipan. Hon, sum ásetir, hvussu vit vilja hava okkara lóggevandi ting samanskrúvað. Ein valskipan kann setast saman á nógvar ymiskar hættir. Tað veldst um, hvørjum endamáli tú vilt røkka. Bert at hugsa um lokala umboðan, og at tað gamla var so gott, so gott, er ov snævurt. Skal vallógin broytast aftur, má ein dyggari og breidri viðgerð til. Ein...

Morgunballið má steðgast

Kronikkur um politisku støðuna í Føroyum. Prentað í Dimmalætting 31. mars 2010 Flestu munnu kenna kensluna frá morgunballinum, tá ið sunnumorgun er, og tað lýsir í eystri. Man burdi farið til hús, men fer ikki. Ballið er ov gott at fara frá. Tónleikurin dundrar úr hátalarunum, og nøkur tandur, sum halda seg vera forelskað, dansa ein heldur einkisigandi dans. Fólk hava í rúsinum blakað hemningar og kjakast við lívi og sál. Skilið er tó so sum so. Onkur fer kanska til hendurs, men mátturin er so lítil, at einki líkinda slagsmál fæst burturúr. Felagssangurin er farin á flog í onkrum króki. Kanska saman við kirkjuklokkunum, sum boða frá kirkjugongd. Øll, sum eru til staðar, vita, at tess longri ballið heldur fram, tess longri vara timburmenninir, tess longri verður ótryggi svøvnurin dagin eftir og tess størri er vandin fyri skilaleysum gerðum. Hóast hesa dýrtkeyptu vitan frá øðrum morgunballum heldur ballið fram í einum alsamt størri meiningsloysi blandað við rúsi og manglandi svøvni. ...

Nýggj skúlatilboð avgerandi

Grein prentað í blaðnum "Eftirskúlin" á sumri 2010. Vit hava ikki ráð at liva í fortíðini og framtíðini samstundis. Hvørki tá ræður um fígging ella førleikamenning. Tað er alneyðugt í einum nútíðar samfelag at gera upp við gamlar, stirvnaðar og kostnaðarmiklar skúlaloysnir og heldur brúka peningin til nýggjar, spennandi og framsóknar ætlanir. Verkætlanir, ið veruliga kunnu taka kappingina á altjóða skúlamarknaðinum upp og flyta føroyskan skúlaskap inn í framtíðina. Størri skúlaeindir, føroyskur eftirskúli, miðnámsskúladeplar, menning av sertilboðum til orðblind, arferðartrupul og úrmælingar. Boðini eru mong, og hava tey verið tað í nógv harrans ár, men nostalgi og politiskt avgerðarloysi eru størsta forðingin. Tey gerast bara yngri og yngri, ið leita sær uttanlands í útbúgvingarørindum. Tey fáa eitt leysari og leysari samband við føðilandið og eina ímynd av einum landi, har alt stendur í stað. Ikki serliga hugaligt at byggja framtíðina á. Tað er alneyðugt at taka kappingi...