Skip to main content

Leysakrút ella dyggari fólkaræði

Kronikkur í Dimmalætting í samband við at uppskot um aftur at gera Føroyar til 7 valdømi var fyri á løtgingi. Prentað 10. mai 2010.


Broytingar í vallógini eru aftur á breddanum, bert hálvt triðja ár eftir at broytingar blivu framdar seinast. Um tað er fjáltur og valfepur, sum herjar í løgtinginum, skal verða ósagt, men undranarvert er, at hugflogið bert røkkur til at venda aftur til gomlu skipanina ella nakað, sum líkist henni

Eisini kann man undrast á, at tað bara er spurningurin um rokning og valdømi, sum setir dagskránna, og at vit fyri alt í verðini ikki mugu hava eina breiða og dygga viðgerð av málinum. Talan er hóast alt um okkara valskipan. Hon, sum ásetir, hvussu vit vilja hava okkara lóggevandi ting samanskrúvað.
Ein valskipan kann setast saman á nógvar ymiskar hættir. Tað veldst um, hvørjum endamáli tú vilt røkka. Bert at hugsa um lokala umboðan, og at tað gamla var so gott, so gott, er ov snævurt. Skal vallógin broytast aftur, má ein dyggari og breidri viðgerð til. Ein viðgerð, ið umrøðir allar teir spurningar og øll tey ynski vit hava um hvussu okkara fólkaræði skal virka. Og tað gerst ikki í einum afturlatnum formansskapi ella í kaffirúminum á Tinghúsvegnum.

Hvat vilja vit?
Ynskini um, hvussu okkara fólkaræði best verður skipað, eru mong, og tey eru als ikki í andsøgn við hvørt annað, um rætt verður atborið. Í almenna kjakinum hava hesi ynski serliga snúð seg um, at man vil:
- tryggja lokalu umboðanina
- betra floksdisiplinina og styrkja floksskipanina
- eggja til landspolitikk á tingi
- skapa størri javnstøðu
- tryggja rættvíst býti av tingfólkum í mun til atkvøðutal
Hetta eru ikki spurningar, sum eru uppfunnir í Føroyum. Hetta eru ynski, øll demokrati hava. At manna eitt parlament verður jú gjørt í flestu londum heimsins av og á, so royndirnar eru nógvar at dúva uppá. Tí átti at verið so líkatil at hugt eitt sindur at hesum royndum, endamálunum við teimum og hvussu hildnast hevur, áðrenn vit enn einaferð í óðum verkum fara at fremja grundleggjandi broytingar í valskipanini.
Tíverri er trupult at fáa eyga á hendan vilja hjá teimum broytingarhugaðu. Bæði nú og seinast. Man fær varhuga av, at besta valskipan fyri land og fólk ikki er og ongantíð hevur verið endamálið, men heldur hevnissøka og persónlig áhugamál av einhvørjum slagi.
Hví so er, skilji eg ikki rættiliga. Vit hava jú góða tíð. Val verður ikki aftur fyrrenn í januar 2012. Ella er onkur, sum luktar nýval fyrsta dagin og tískil ikki hevur stundir at viðgera eitt so týdningarmikið mál út í æsir?

Leysakrút
Hyggja vit at grundgevingunum, sum formansskapurin og partar av tingmanningini borðreiða við í sínum uppskotum, so er trupult at fáa eyga á logikkin.
Mest av øllum minna grundgevingarnar um undanførslur. Undanførslur, ið avnokta veruleikan og vísa ein tvørrandi vilja at laga seg til ein nútímans føroyskt samfelag. Eitt samfelag við fjølbroyttum miðlum og samskiftisamboðum og framkomnum og effektivum undirstøðukervi. Heldur vil man liva í nostalgiini, tá bygdargøtan og mjólkabáturin vóru samferðsluálitið, og Útvarp Føroya ella norðmaðurin, gamla Dimma og onnur partapolitisk bløð vóru álitini í miðlaheiminum. Man tvíheldur um eina farna tíð, ið ongantíð kemur aftur, hvussu vit so venda og snara valskipanini.
Grundgivið verður m.a. við, at tað er so trupult í einum valdømi at gera vart við seg og harvið verða vald/ur, tá man ikki er í miðstaðarøkinum, har miðlarnir sambært hesum tinglimum eru. Eisini verður sagt, at man skal vera ríkur fyri at blíva sæddur í Føroyum.
Álvaratos. Um talan var um eitt land við 20 milliónum íbúgvum, so skilti eg kanska eitt sindur av hesi grundgeving, men vit mugu minnast til, at her búgva framvegis bert 49.000 fólk, og við internetinum er miðlaútboðið og samskiftismøguleikarnir ongantíð størri og fjølbroyttari enn júst nú.
Um hugurin er til landspolitikk, og man hevur eina søk at stríðast fyri, so man vera fáa staðni á klótuni, at betri møguleikar eru at gerast landskendur enn í Føroyum. Tað munnu vera fá fólkaræði, har tað er so bíligt og lætt at fáa sín boðskap og sítt andlit ritað fast í veljarans vit og skil, um bert viljin er til tað. Og tað skuldi man trúð, at verandi og komandi politikarar høvdu.
At fleiri valdømi skulu til, so kandidatar, sum ikki eiga nógvan pening, og tey sum ikki eru so kend, sleppa framat, er ein ov bílig undanførsla, og ber mest av øllum boð um manglandi vilja at fara út um bøgarðarnar at kjakast um landspolitikk.
Eisini verður sagt, at einki skil er á flokkunum, eftir at Føroyar blivu eitt valdømi. Sum um skilið var so gott áðrenn, og sum um trupulleikin við veikum floksskipanum og vánaligari floksdisiplin er nakað spildurnýtt í føroyskum politikki.
Lesur man viðmerkingarnar til uppskotini fær man varhuga av, at vit livdu nær einum politiskum og fólkaræðisligum paradísi, áðrenn Føroyar gjørdust eitt valdømi. Tað skal neyvan tann stóra søgu- og samfelagstilvitanin til at skilja, at hetta er ein sannleiki við stórum modifikatiónum.
Størsti trupulleikin er ikki 1, 5, 7 ella 32 valdømi. Trupulleikin er í nógv størri mun flokkar, sum hava gloymt, hví teir eru til, og ikki megna ella vilja tillaga seg eitt broytt samfelag. Og ikki minst flokkar, ið ikki virða kollektiva grundstøðið, sum einhvør felagsskapur má byggja á, um honum skal verða lív lagað í longdini.
Eitt annað argument, sum hevur verið nýtt fleiri ferðir er, at í okkara parti av heiminum er tað bara Grønland, sum er skipað í eitt valdømi, og sambært løgtingsformanninum, so virkar tað stak illa. Tí skulu vit ikki vera eitt valdømi, verður sagt. Hetta er í fyrsta lagi beinleiðis skeivt og í øðrum lagi tómur retorikkur. Umframt Grønland eru mær vitandi Holland, Serbia og Ísrael eisini skipað í eitt valdømi. Harafturat munnu vera fleiri enn formansins meiningar um, hvussu skipanin virkar í Grønlandi, kanska serliga eftir at Grønland megnaði at gjøgnumføra ein kommunureform, sum okkara politikarar hava tøvt yvir í áratíggju.
Endamálið við valdømum er at tryggja nærdemokratiið, og tá eru fólkatal og nærleiki avgerandi. Megnar man ikki at røkka hesum í einum landi á 49.000 íbúgvar har ferða- og samskiftismøguleikarnir eru góðir og tryggir, so veit eg ikki, hvar man skal megna tað.
Grundgevingarnar minna mest um leysakrút, ið skal beina fokus frá veruligu motivunum. Tað sær tíverri út til at eydnast rættiliga væl.
Hetta er eisini og kanska mest av øllum eitt ‘takk fyri seinast’ mál, ið vit tíverri síggja alt ov nógv av í føroyskum politikki. Tílíkt plagdi fyrr í tíðini at fara fram í Klubbagarðinum, men er í alsamt størri mun drigið vesturum Tinghúsvegin og inn í tingsalin.

Afturlatnir listar ein møguleiki
Bæði nú og fyri tveimum árum síðan blivu broytingarnar skrumblaðar ígjøgnum uttan sakliga og neyva viðgerð. Fyrrenn vit fáa hesa viðgerð, so verður ruðuleiki á økinum. Tí tykist undarligt, at sjálvur formansskapurin ikki hevur havt dirvi og tol at seta eina størri og nágreiniligari kanning í verk. Eina kanning, sum fyrst skrásetti, hvat vit føroyingar ynskja, at okkara valskipan skal liva upp til, t.v.s. hvussu vit ynskja, at Løgtingið skal umboða fólkið, og síðani kannaði eftir, hvørjar broytingar skulu til í valskipanini fyri at liva upp til hesi ynski.
Ein møguleiki, sum er stak áhugaverdur at kanna nærri, er ein valskipan við afturlatnum listum. T.v.s. at flokkarnir undan valinum avgera innanhýsis í hvørjari raðfylgju kandidatarnir verða valdir á ting. Hvørjir persónar eru spísskandidatar, og hvørjir eru stuðulskandidatar.
Júst hendan skipan er væl roynd í okkara nærmastu grannalondum. Tí er sjálvsagt, at vit hyggja nærri at hesum royndum og gagnnýta tær. Skipanin finst í fleiri ymiskum útgávum, og áðrenn vit aftur broyta valskipanina, eigur at verða kannað, hvussu t.d. ein kombinatión av einum valdømi og afturlatnum listum kundi verið við til at rokkið fleiri av teimum endamálum, vit vilja hava vallógina at røkka. T.d. við lokalari umboðan, javnstøðu, rættvísum býti og styrktum flokkum.

Disiplin, javnstøða og lokal umboðan
Við afturlatnum listum hevði eingin flokkur latið nakað lokaløki verið púrasta við sviðið soð, og eg trúgvi allir flokkar høvdu havt nøkulunda javnt tal av kvinnum og monnum í fremstu røð á listanum. Harvið hevði tú eisini fingið eina tingmanning í javnvág, bæði tá ræður um lokala umboðan og javnstøðu, samstundis sum flokkurin hevði fingið ta umboðan, hann hevði atkvøður til.
Skipanin hevði heilt víst eisini skapt størri áhuga og virðing fyri flokkunum og minni fyri einstaklinginum. Ein innanhýsis valdystur langt áðrenn sjálvan valdagin hevði bøtt upp á floksluttøku, floksdisiplin, floksinnihald og floksmentan og kundi við tíðini skapt ein veruligan og nútímans føroyskan politikk.

Dyggari fólkaræði
Er eitt breitt ynski á løgtingi um broytingar í vallógini, má minsta kravið verða ein dygg og breið viðgerð av endamáli og formi. Afturlatnir listar eru ein av fleiri uppløgdum møguleiki at viðgera út í æsir, tí hann røkkur fleiri av ynskiligu endamálunum og er væl royndur í okkara grannalondum í ymiskum variantum.
Fjáltur og valfepur mugu ikki at forkoma royndunum at skapa landspolitikk. Tað hava Føroyar snøgt sagt ikki ráð til.
Vit hava góðar møguleika at fáa eitt nógv virknari og betri fólkaræði enn í dag. Eitt fólkaræði, har veljarin í størri mun veit, hvat hann velur, og har flokkar, sum ikki eru veruligir flokkar, og politikarar, sum ikki eru politikarar, ongan kjans hava. Har tey, sum ynskja at gerast politikarar, eisini verða tvingað at virða sín egna flokk, ganga í takt og stríðast fyri síni søk.
Stutt sagt, so má flokkurin og veruliga hugsjónin koma í fremstu røð, so tað verða tey, sum vilja flokspolitikki væl og trúgva eini hugsjón, sum vinna innanhýsis dystin og harvið sleppa at stjórna landinum.
Tað høvdu Føroyar og Føroya fólk vunnið nógv við, og tað ivist eg ikki í, at ein nútímans valskipan kann borga fyri.

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...