Kronikkur um politisku støðuna í Føroyum. Prentað í Dimmalætting 31. mars 2010
Flestu munnu kenna kensluna frá morgunballinum, tá ið sunnumorgun er, og tað lýsir í eystri. Man burdi farið til hús, men fer ikki. Ballið er ov gott at fara frá. Tónleikurin dundrar úr hátalarunum, og nøkur tandur, sum halda seg vera forelskað, dansa ein heldur einkisigandi dans. Fólk hava í rúsinum blakað hemningar og kjakast við lívi og sál. Skilið er tó so sum so. Onkur fer kanska til hendurs, men mátturin er so lítil, at einki líkinda slagsmál fæst burturúr. Felagssangurin er farin á flog í onkrum króki. Kanska saman við kirkjuklokkunum, sum boða frá kirkjugongd. Øll, sum eru til staðar, vita, at tess longri ballið heldur fram, tess longri vara timburmenninir, tess longri verður ótryggi svøvnurin dagin eftir og tess størri er vandin fyri skilaleysum gerðum. Hóast hesa dýrtkeyptu vitan frá øðrum morgunballum heldur ballið fram í einum alsamt størri meiningsloysi blandað við rúsi og manglandi svøvni.
Nakað soleiðis fyrikom mær støðan í samfelagnum í mínum studentaskúlaárum í Hoydølum árini frá 1989 til 1992, og nakað soleiðis upplivi eg støðuna í samfelagnum í dag.
Sápubløðrur oman á sápubløðrur
Tað, sum hendir á politiska pallinum, er ikki stuttligt longur. Ólavsøkupakkin, vakstrarpakkin, landsstýrisseminarið við Gjógv, fíggjarlógin 2010 og uppskotið til samtyktar um játtanarkarm 2011 munnu vera størstu sápubløðrur í føroyskum politikki nakrantíð. Ja, kanska í norðurlendskum við. Alt farið fram innanfyri væl minni enn eitt ár. Blástemplað av í øllum førum 20 løgtingslimum og 9 landsstýrisfólkum, sum nú sita í einum meiningsleysum morgunballi, tosa tokutalu, og ikki tykjast hava innsæð, at ballið syngur síðsta vers. Ótrúligt at Kaj Leo, Jóannes og Jørgen saman við eini 26 øðrum kunnu standa modell til hetta meiningsloysi. Hvønn minutt, ballið verður longt, fer at tyngja framtíðar ættarlið og teirra menningarmøguleikar og geva okkum bæði dundrandi høvuðpínu og moralskar timburmenn. Júst sum í 90’unum.
Bløðir í báðum endum
Breiða samgonga hevur kostað okkum dýrt. Samfelagið hevur bløtt í báðum endum, tí allir hugsjónarskógvar skulu passast samstundis. Tað sigur seg sjálvt.
Í góðum tíðum gjarar man óhemmað út og letur skattalættar samstundis, og í ringum tíðum ætlar man eirindaleyst at spara í almenna sektorinum samstundis, sum man hækkar skattin.
Tað er barnalærdómur innan samfelagslæruna, at hetta má ganga galið.
Hvør drívmegin hjá ABC er, veit eg ikki, men tað sær út til, at Høgni, Jenis og Kári skulu haldast burtur frá maktini fyri ein hvønn prís. Kanska eru vit við at fáa blokkpolitikk í Føroyum við ABC øðrumegin og DEH hinumegin.
Megna als einki
Føroyskur politikkur snýr seg í dag bert um makt og sjálvsøkni. Antin av lokalum, persónligum ella vinarorsøkum. Politiskur integritetur, visjónir og dreymar eru langt síðani vorðin banniorð á tingi.
Tað sær út til, at løgtingslimir, ella í øllum førum ein greiður meiriluti av teimum, halda, at hetta er í fínasta lagi. At hetta er veruligur politikkur. Okkurt hissini spjett í miðlunum, so man ikki verður gloymdur, men annars ryggjaklapparí, skemtisøgur og korridoravgerðir um smáting í krókunum á Tinghúsvegi og í Tinganesi. Tær stóru og alneyðugu avgerðirnar verða áhaldandi feiðaðar undir gólvteppið.
Livdu vit í súsi og dúsi, so skilti eg kanska eitt sindur av støðuni, men samfelagið er við at renna seg í metstórt arbeiðsloysi og alsamt vaksandi almenna skuld.
Fiskivinnan er í andaleypi, og væntandi virðingin fyri fiskifrøðini í áratíggju rakar nú okkara høvuðsvinnu í nakkan.
Skúlaverkið skríggjar eftir eini høvuðsumvæling og kommunurnar hava livað í ongamannalandi í meira enn eitt áratíggju. Tinglimir og landsstýrisfólk vita av øllum hesum og hava vitað tað í áravís, men megna einki at gera við tað. Ikki eitt einasta petti. Og tað er ikki tí, at Búskaparráð og onnur skilafólk ikki hava ávarað, ráðgivið og mett um støðuna.
Mær rennur til hugs navnframa Skak-Nielsen, sum bleiv útsettur fyri eini afturvendandi og miðvísari happing í 80-unum, tá hann royndi at tendra onkrar ávaringarlampur.
Munnu Jákupsstovumaðurin á Havstovuni, Jógvansdóttir á Samtaki, Oskarsson á Hagstovuni, Poulsen í Landsbankanum, Rasmussen í Vinnuhúsinum, Dam í Búskaparráðnum ikki sita við somu kenslu sum Skak-Nielsen á sinni?
Reformar ið bíða
Politisku loysunarorðini í løtuni eru reformar, aðalorðaskifti og idékatalog. Fráboðanir um reform omaná reform og fyriskipan av aðalorðaskifti omaná aðalorðaskifti.
Aloftast enda hesi við lokalpolitiskum klandri um staðseting av almennum arbeiðsplássum ístaðin fyri veruligum politiskum kjaki.
Fyri at mana myndina av einum virkisfýsnum landsstýrismanni veruliga fram í ljósið, so fær man ein bólk av embætisfólkum at skriva sær eitt idékatalog, sum tað so fínt eitur. So hevur man í øllum førum onkrar kaninir at hála úr hattinum eftir tørvi. Verulig politisk mál og ikki minst handling eru tó sum lundi á jólanátt.
Tað er ongantíð meira greitt enn nú, at alneyðugt er við reformum á so avgerandi økjum sum kommunuøkinum, fólkaskúlaøkinum, miðnámsskúlaøkinum, pensjónsøkinum, almannaøkinum og fiskivinnuøkinum. Bæði tí innihaldið er ótíðarhóskandi, og tí skipanirnar als ikki standa mát við dagsins føroyska samfelag og tí eru óneyðuga dýrar.
Vit fáa snøgt sagt alt ov lítið fyri pengarnar.
Fleiri kvinnur høvdu kanska hjálpt
So leingi verandi politikarar ikki hava nakra konkreta politiska og hugsjónarliga hugsan um hesi øki, og so leingi valdsharrarnir ikki megna at siga hetta hart og berjast fyri hesum, men ístaðin lata minsta lot av hanakjafti koppa øllum, so leingi hendir einki. Púrt einki. Og tað er júst tað, sum hendir í løtuni. Púrt einki.
Tó so, kvinnurnar, Annika, Helena og Rósa, stríðast fyri síni søk. Men um tað er nóg mikið, farið eg tó at ivast í, tí mótstøðan innanhýsis í samgonguni og í egnum flokkum tykist so stór, at man ivast í, um hesi fólk yvirhøvur kenna hvør annan. Kanska eru tað fleiri kvinnur, ið skulu framat valdinum, áðrenn neyðugu nýskipanirnar verða settar í verk.
Tað, sum verandi løgtingsmanning megna at svinga seg upp til og hugna sær við, er at viðgera okkurt hissini uppskot til samtyktar um stavrað, um at fáa Merkið at veittra í løgtinginum, ítróttarhøll á Sandi ella brygging av sterkum øli. Hetta saman við eini endaleysari røð av ófráboðaðum, munnligum og skrivligum spurningum, sum fyri tað mesta skapa retoriska tómgongd og fara við stórum parti av arbeiðsorkuni í frammanundan hart fyrispentu miðfyrisitingini, og ikki minst fylla heimasíður upp og niður og eru gott undirhaldsvirði hjá miðlunum.
Hetta bjargar ongum samfelag, og tað byggir einki samfelag. Tess fyrr okkara kosnu skilja hetta, tess fyrr kann bjargingin og endurnýggjanin av føroyska samfelagnum byrja.
Fólk ræðast avgerðarloysið
Í gerandisdegnum tosi eg við nógv fólk í øllum aldri, úr ymiskum økjum og við ymiskum politiskum litum, og eg hoyri stórt sæð ongan bera verandi politikarum og politikki eitt einasta gott orð. Hetta er als ikki, tí fólk ræðist ópopulerar avgerðir. Tvørturímóti.
Tey ræðast verandi avgerðarloysi, tey ræðast dulda maktspælið, tey ræðast glantrileikin og tey ræðast manglandi kósina, nú kreppan stingur sín hvassa brodd alsamt longri inn í samfelagsins merg. Tey ræðast skilaleysa koyring á hála og smala vegnum. Fólk halda snøgt sagt ikki, at hetta er serliga stuttligt longur.
Tað, sum fer fram, minnir meg sum sagt óhugnaliga nógv á støðuna, tá eg gekk í Hoydølum árini frá 89 til 92. Eitt langt og gott ball, ið eingin vildi, tordi ella hevði skil fyri at steðga, fyrr enn landið alt varð sett undir umsiting og lá í skeljasori við hópflyting og familjukatastrofum sum avleiðing. Ikki fyrr enn fremmandar maktir komu og sløktu tónleikin, tendraðu ljósið og tóku gittaran frá naiva sangaranum og harvið maktina, kom vend í.
Ballið má steðgast
Megna við heldur ikki hesa ferð at steðga morgunballinum sjálvi, er spurningurin, um vit yvirhøvur eru før fyri at stýra sjálvi, ella um vit kanska skuldu blivið ein landslutur í danska ríkinum ella í evropiska samveldinum á jøvnum føti við t.d. Bornholm. Tað er kanska tann yvirskipaða visjónin hjá Kaj, Jóannesi og Jørgeni.
Til endans kundi eg hugsað mær at spurt okkara kosnu, hví tey hava latið seg valt á ting? Er tað av reinum egoistiskum, persónligum og maktsjúkum orsøkum ballaðar inn í sjálvstýri, samband, vælferð, frísinni og ikki minst pragmatiskar loysnir? Ella er tað, tí tey hava ein dreym og eina hugsjón um, hvussu føroyska samfelagið skal síggja út nú og framyvir?

Comments
Post a Comment