Skip to main content

Posts

Showing posts from 2022

39.067 bótarmolar

Eitt valstríð er um at enda. Eitt valstríð, sum á mangan hátt hevur verið øðrvísi enn onnur, ið eg kann minnast. Ein fjølbroytt súpan er um at verða liðug og skal bara kókast upp í kvøld. Ein súpan, sum fer at smakka bæði søt, súr, beist, fesk og fermenterað. Kanska heldur tunn og løtt í kvøld, men tað er einki nýtt. Veruliga tyngdin og fyllan plagar ikki at koma í fyrr enn aftan á valdagin, tá tingmanningarnar, vit hava valt, sessast við fundarborðið at smíða samgongu og skriva samgonguskjal. Á tí súru síðuni í valstríðnum eru heldur stirvnu tematiseraðu valfundirnir hjá Kringvarpinum. Tað bleiv alt og einki samstundis, og vertirnir høvdu trupult við at skapa eitt innihaldsríkt orðaskifti. Ikki tí teir ikki royndu, men tí formurin ikki passaði. Skal sjónvarp og útvarp út um landið við temafundum, so má tað vera ein væl greiðari ætlan aftanfyri, og formur og innihald mugu hóska betur saman. Annars er betri fyri lurtarar og hyggjarar at hava fundin á tryggari grund í eini útvarpsstovu...

Ravnur og Translator – hvat nú?

Í farna mánaði sóu vit tvær alment fíggjaðar máltøkniverkætlanir verða loystar úr lagdi. Tær komu á eitt turt stað, tí innan máltøkni er føroyskt enn ein eftirbátur, sum so dánt hongur í. Øll, sum eru góð við okkara mál, eiga sjálvsagt at fegnast um øll framstig, men vit mugu samstundis ásanna, at hetta eru bara støk og smá fet, um vit ætla at vinna okkara máli sess millum øll hini í talgildu framtíðini. Tøknin er ein góður tænari, men ringur harri. Soleiðis tók stjórin á Føroya Tele einaferð til í einum fyrilestri við Løkin í Runavík. Ivaleyst meinti hann við ovurnýtslu av tøkni og fylgjurnar av henni. Men orðingin kann sanniliga eisini nýtast í sambandi við tøkni og málmenning. Tí tøknin er ein óloysiligur partur av okkara gerandisdegi, og tøknin er full av máli, sum í alsamt størri mun verður framleitt við algoritmum og tilgjørdum viti. Orð og tala eru allastaðni til staðar, og gerast fleiri og fleiri av hesum ikki føroyskt í framtíðini, so er hetta ein økismissur, ið kemur at á...

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...

Ódnartøk í Kongshøll

Fyrr í dag var úrslitið av verkætlanini Ravnur lagt fram, og úrslitið er einastandandi. Hetta er ein sonn stórhending í føroyskari málmenning. Eftir tiltakið var boðið til ein lættari bita, og øll tóktust samd um úrslitið av verkætlanini, og at nú er at liggja á takinum og taka næsta stigið, og skipa føroyska máltøkni í eina eind ella samstarv, ið er áhaldandi og varandi. Eldsálin handan hetta frambrotið eins og frambrotið við føroysku taldutaluni í síni tíð, leiðarin á Sjóndeplinum, Karin Kass, beyð vælkomin, áðrenn landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fekk orðið. Hann legði ikki fingrarnar í millum, tá hann umrøddi týdningin av málmenning okkara og máltøkni. Um stig nú verða tikin í Mentamálaráðnum til víðari menning ella ikki, nevndi hann tó einki ítøkiligt um. Eftir Jenis var sjálv framløgan av verkætlanini. Fyrstur var Peter Juel Henrichsen, verkætlanarleiðari, ið greiddi frá alment um talukennarar og tilgongdina í hesi verkætlanini. Peter Juel er útbúgvin innan bæð...

Pengar, pengar, pengar

Pengar, pengar, pengar Hammershaimb, Dr. Jakobsen, Áarstovubrøðurnir, Føroya fólkaháskúli, Fróðskaparfelagið og -setrið, Sprotin og túsundtals onnur bæði forløg, felagsskapir, lærarar, politikarar, mammur og pápar eiga æruna av, at vit í dag eiga nakað so forkunnugt sum eitt móðurmál við høvuðssæti á 62 norður og 7 vestur. Fortíðin hevur givið okkum hendan framíhjárætt, sum als ikki er ein sjálvfylgja hjá tjóðum á okkara stødd. Men hvør tíð hevur síni stríð. Einaferð skuldi málið bjargast, so skuldi tí vinnast rættindi í egnum húsi, síðani skuldi grundleggjandi frálærutilfar og bókmentir mennast, og langt um leingi fingu vit eisini líkinda orðabøkur enntá ókeypis á netinum. Men talgildingin heldur fram við økjandi ferð, og við henni málslig amboð og hentleikar. Tað er okkara størsta avbjóðing, men samstundis ein frálíkur møguleiki í komandi tíðum. Vit hava í dag ongan dagførdan rættstavara, ið hóskar til allar skrivipallar, sum føroysk børn og vakin brúka hvørt einasta sekund í døgninu...

Kann man bingja og spoyla á føroyskum?

Í kjalarvørrinum á øllum nýggjum kemur altíð okkurt áhugavert málsligt. Seinastu dagarnar hava vit áhaldandi hoyrt orðini spoyla og bingja . Ivaleyst fremmand fyri mong. Bæði eru beinleiðis úr enskum og knýtt at filmsmáli og hava verið nógv frammi alment í prátinum um røðina TROM. M.a. í sendingini Góðan morgun Føroyar. Orðini hava umframt enska upprunan eisini tað til felags, at tey hóska væl inn í føroysku málskipanina og kunnu smidliga lagast til bæði úttalu, stavseting og bending. Ivaleyst fara fleiri slík orð at vinna fram, tí soleiðis er við nýggjum vinnugreinum og samfelagsrákum. Stóri spurningurin er so, um vit vilja hava hesi orðini, ella um vit skulu finna onkur onnur. Sjálvur havi eg ikki so avgjørdar hugsanir um útihýsing ella ikki av ávísum orðum, tó at eg haldi, at tað er skilagott at vísa til ymiskar møguleikar og vera tilvitaður um gongdina. Á tann hátt kunnu vit jú eisini fjøltátta okkara mál, fáa fleiri orð fyri líknandi fyribrigdi og harvið møguleika at orða okkum f...

Raðfestið listarnar

Seinastu mongu árini hava afturvendandi kjak um javnstøðu, økisumboðan og andsagnir innanfloks skapt rumbul á politiska vígvøllinum. Í kjalarvørrinum á rembingunum undan jólum og nú eftir nýggjár er eyðsæð, at pláss er fyri batum, sum man pedagogiskt plagar at siga, tá okkurt ikki er gott nokk.  Ein skipan við raðfestum valevnislistum er ein møguleiki, ið átti at verið kannaður nærri. Slíkar skipanir eru í ymiskum útgávum vanligar í okkara grannalondum. Spola vit aftur til tíðina, tá landið bleiv skipað í eitt valdømi, so hendi hetta í eini ruðulleikakendari støðu, sum ikki bygdi á neyva viðgerð av orsøkum og enn minni avleiðingum. Endamálið var, sum so ofta í politikki, at brúka lagaligu løtuna og smekka til, tá ein meiriluti var at hóma. Úrslitið, tori eg at pástanda, er, at vit í dag hava eitt enn meira kaotiskt politiskt landslag enn áðrenn, har størsti trupulleikin er, at veljarin ikki veit, hvat hann fær fyri stemmuna. Hvørki tá tað kemur til økisumboðan, javnstøðu ella sjó...