- um tilvildarligar broytingar í
tímatalvuni
Skapandi lærugreinir á tímatalvuna, fólkaræðið á tímatalvuna,
floksins tíma á tímatalvuna, meira handverk, meira mál, heimspeki, sjóvinnu,
samfelagsfrøði, rógving, gaming, forritan, føroyskan dans, fólkaheilsu,
sálarheilsu, fótbólt, íverksetan. Jú, ynskini um at vinna evnum og lærugreinum lógarkravdan
innivist á tímatalvuni í føroyska fólkaskúlanum tykjast óendalig, og tað
nýggjasta er, at børnini eru troytt, tí tímatalvan er ov umfatandi.
Nærum hvørja ferð ein avbjóðing er, so er tað tímatalva
fólkaskúlans, sum er bjargingin. Og rúmast tað ikki har, so stendur verðin ikki
til at bjarga. Kenna næmingar ikki navnið á løgmanni ella hava eina
samfelagsliga paratvitan sum 13 ára gomul, so er tað ein katastrofa, og
samfelagsfrøði skal inn. Eru ov fáar umsóknir til handsverkslæru, so skal
handverk inn, eta vit ov ósunt, so skal fólkaheilsa inn o.s.fr..
Mangan tykir mær hesi uppskotini um at fáa líkt og ólíkt á
tímatalvuna sum manglandi vitan og virðing fyri, hví vit hava ein fólkaskúla,
og hvørjir møguleikar eru í verandi skipan.
Lógaruppskotið, sum hevur verið til almenna hoyring í januar,
er rættiliga symtomatiskt í so máta.
Tilvildarligar broytingar
Av teimum 14
broytingunum eru serliga tvær, sum vekja undran, tá man lesur uppskotið. Báðar
nema við tímatalvuna. Onnur broytingin er, at lærugreinin samfelagsfrøði skal
inn í 7., 8. og 9. flokstrin og hin, at tveir tímar skulu burtur úr hvørjum
flokstrini frá 1. til 9. Argumentatiónin í hoyringstilfarinum er lítið
sannførandi og tykist tilvildarlig.
Høvuðsmálini við
samfelagsfrøði eru at styrkja fólkaræðisliga hugsan og síðani kunnleikan um nýggjar
miðlar. Hetta tykist løgið, tí júst fólkaræðið, er eitt av høvuðsmálunum við
øllum fólkaskúlanum, sum hann er, og er staðfest í §2 í fólkaskúlalógini. Til
tess krevst eingin lærugrein, men ein gjøgnumstreymandi hugburður í øllum
skúlanum. Manglar hesin, so er trupulleikin nógv størri og grundleggjandi enn
ein einsamøll lærugrein megnar at loysa. Eisini eigur at viðgerast neyvari,
hvussu samfelagsfrøði broytir aðrar lærugreinir, áðrenn broytingarnar verða
framdar. Skúlaskipanin hongur jú saman, og ein nýggj kravd lærugrein ávirkar
sjálvandi hinar lærugreinarnar. Alt hetta eigur at greinast væl og virðiliga,
áðrenn løgtingið verður blandað uppí.
Viðvíkjandi nýggjum
miðlum, sum skulu vera partur av nýggju lærugreinini, so hoyra hesir náttúrliga
heima í málfakunum, sum jú er samskiftislærugreinirnar í fólkaskúlanum. Óansæð
um samskift verður við blýanti, penni, teldu, instagram ella snapchat. Málfakini
hava skyldu at viðgera og brúka tíðaraktuellar samskiftishættir, so har er ríkiligt
av rúmd fyri hesum sum er. Fakdidaktiskt skuldu nýggju miðarnir passað sum
fótur í hosu.
Skulu vit innføra
nýggjar kravdar lærugreinir, so má dyggari argumentatión og legitimatión til.
Samstundis, sum
nýggj lærugrein skal inn í trý flokstrin, skulu tveir tímar takast burturúr tímatalvuni
á hvørjum ári frá 1. til 9. flokk. Og so verður lagt afturat í viðmerkingum, at
hetta skal ikki enda í eini skerdari játtan. Tímarnir skulu brúkast til
førleikamenning og tvílæraraskipan.
Her eru í øllum
førur tríggir skógvar í sera ymiskum støddum, sum eingin einsamallur fótur kann
passa. Verður hetta samtykt, so kemur samfelagsfrøði inn, men eingin lærugrein
fer út, og samstundis skulu tveir tímar út í øllum flokkum.
Hvør vinnur og hvør
tapir? Skúlaleiðslur eru frammanundan illa sperdar av lítlum tímajáttanum, og
koyra í fleiri førum á kantinum á tí kravda. Færri tímar á tímatalvuni eru tískil
funnin frensur. So ella so. Kanska passar tað øllum endamálum á pappírinum. Í
so máta eru tankar enn tollfríir. Men tað er vist sum amen í kirkjuni, at í praksis
fer ikki at vera so.
Í mínum hugaheimi eru
hesar báðar broytingar við samfelagsfrøði og skerdum tímatali ógjøgnumhugsaðar.
Tær fara at skapa enn størri og óneyðuga ørkymlan í okkara góða fólkaskúla, sum
í grundini hevur eitt rættiliga einfalt høvuðsendamál.
Endamál
fólkaskúlans
Høvuðsendamálið er enn sum áður at læra okkara børn at lesa,
skriva og rokna, uppføra seg siðiliga í kjaki og samveru og annars at loysa
trupulleikar á ein skynsaman hátt. Duga tey tað, so eru tey før fyri at læra so
ómetaliga nógv sjálvi alt lívið, sum hóast alt júst er byrjað, tá tey standa
við fólkaskúlaprógvinum í hondini.
Møta tey so harafturat hugaðum, vitandi og kveikjandi lærarum,
ið hava ans fyri mentan, náttúru, søgu og samtíð, so er fongurin jú fleirfaldur.
Tá man meginparturin av øllum hinum rúmast bæði væl og virðiliga í verandi
tímatalvu og lærugreinum. Um tað so er fólkaheilsa, samfelagsfrøði, føroyskur
dansur ella handverk. Hava vit so harafturat skúlaleiðslur, sum megna at
innrætta skúlan sum eitt væl skipað og kveikjandi arbeiðspláss, so er
óendaligt, hvat næmingarnir kunnu mennast til.
At hugsa abstraktar lærugreinir og at pota fleiri fakheiti
inn í tímatalvuna er ein skeiv skúlahugsan, sum byggir á hugsanina um, at høvdini
á okkara børnum eru tóm, óorganisk føt, sum bara skulu hava nokk av
vaksnamannaáfylling. Man tykist hava gloymt, at vit eiga at mennast og læra í
samsvari við lívfrøðiliga og individuella búning annars. Tímatalvan er í
grundini eitt produkt frá gamla ídnaðarsamfelagnum og peikar á ongan hátt
frameftir í eitt hátøknifrøðiligt samfelag, har ið tvørfaklig hugsan og
fleksibilitetur eru lyklahugtøk.
Ein framskygd menning í fólkaskúla okkara átti at havt fokus
á menning av tvørfakligum samstarvi, fleksibiliteti og tilognan av førleikum, sum
í størri mun gera næmingin til reiðar at møta nútíðar- og framtíðar avbjóðingum.
Fyri at náa hesum, má lærarin takast við og mennast. Eitt paradigmuskifti má kanska
til og slík skifti gera lógir, kunngerðir og formligar ásetingar ikki. Slík
skifti henda ikki eftir eina atkvøðugreiðslu ella tvær í løtinginum. Slík
skifti gera menniskjuni, sum fremja verkið; í hesum førinum lærararnir.
Drívmegin
er lærarin
Vit kenna øll okkara bestu lærarar gjøgnum okkara skúlagongd.
Vit kunnu øll peika á teir. Teir lærdu okkum so nógv, júst tí teir kveiktu og
hugbundu umvegis sína lærugrein. Vit kenna eisini teir, sum kundu køva hugin. Teir
fingu somu løn, somu treytir sambært lógum, kunngerðum, lønarsáttmálum v.m..
Høvdu sama stjóra og somu hølisumstøður. Men tó var læringin so ymiskt. Tí vit
eru framvegis bara menniskju við øllum okkara møguleikum og avmarkingum. Bæði
sum lærarar og næmingar.
Drívmegin og altavgerandi faktorurin í einum og hvørjum skúla
er og verður lærarin. Hvussu megnar hann at byggja skilagóðar relasjónir við
sínar næmingar? Hvussu megnar hann at leiða sínar næmingar? Hvussu megnar hann
at liva seg inn í tann kontekstin, næmingurin er í? Ella sum Benny Andersen, ið
andaðist herfyri, sigur í eini av sínum yrkingum:”Omhu for et sind i vækst, gælder
mere end dagens tekst.”
Í føroysku
útbúgvingini til lærara er starvslæra tíverri blivin ein viðfáningur, hóast hon
átti at verið ein av avgerandi faktorunum. Tað frættist javnan um nýútbúnar
lærarar, sum fáa ein hvøkk, tá teir trína inn um skúlagátt sum lærarar. Hevur
tú ikki evnini og áhugan í verki at skapa relasjónir við og millum børn, so átti
tú nokk ikki at verið lærari. Hesum
finnur tú ikki útav á skúlabonki ella í longum ástøðiligum uppgávum í
universitetslesnaði. Hesum finnur tú útav í starvslæru og á einum kveikjandi
læraraskúla. Kanska skuldi starvslæran verið eitt heilt ár. Kanska skuldi man
havt eitt royndarkoyrikort. Í øllum førum er tað spell at satsa alt sítt
arbeiðslív uppá eina uppgávu, man ikki megnar.
Er tað dygdina í
skúlanum, man vil menna, so er hetta kjakið nógv meira umráðandi enn kegl um tímatalvu,
tímatal, fakheiti o.s.fr.. Og so kundi man hóskandi eftirmett, um tað var ein
dáragerð ella eitt bragd at leggja Føroya læraraskúla undir Fróðskaparsetur
Føroya. Hendan samanlegging hevur flutt fokus á læraraútbúgvingini ein veg, ið
ikki stimbrar tað, sum alt snýr seg um. Nevniliga evnini hjá læraranum at
kveikja og hugbinda.
Vel røttu avbjóðingina
Fólkaskúlin hevur
altíð avbjóðingar. Tí er eingin grund hjá myndugleikunum við vilja at skapa
fleiri óneyðugar og órógvandi avbjóðingar. Størsta aktivið í fólkaskúlanum er
ikki tímatalva, fakheiti, tímatal, skúlagarður, KT-amboð o.s.fr.. Tað eru deyð
ting. Størsta aktivið er lærarin. Tað er tann gerningurin, sum skal foredlast
og takast í størri álvara. So kemur menning og dygd av sær sjálvum.
Kanska hevði verið
rættast at endurstovna Føroya læraraskúla, so fokus aftur bleiv á gerning og relasjónir
í verki. Relasjónir, sum jú eru altavgerandi fyri trivnað og læring hjá
næminginum. Og tað er jú læringin og næmingurin, sum altíð eigur at vera í miðdeplinum.
Við positivum og
uppbyggjandi relasjónum í einum samanhangandi heildarkendum skúla, fara
børnini heilt víst glað og ríkað heim. Og tað má vera málið.
Comments
Post a Comment