Skip to main content

Setanarrøða - leiðaradagurin 2018


Góðan morgun

Ja so er longu eitt ár síðan, man seinast stóð her á ársins leiðaradegi 2018. Tá var tað fyri at móttaka heiðurin ársins leiðari innan tað almenna. Eitt herðaklapp, sum eg sjálvsagt bæði vegna meg sjálvan, men sanniliga eisini vegna Miðnám á Kambsdali og mínar starvsfelagar, eri sera errin av. Tí slíkur heiður er jú eitt herðaklapp til alt virksemið á okkara kæra skúla, sum er úrslit av eini av mongum samanleggingum av almennum stovnum seinnu árini.


Góðu áhoyrarar, góðu leiðarar og góðu fyriskiparar

Tá eg setti meg at skriva hesa setanarrøðuna rann mær til hugs dokumentarfilmurin um Ingálv av Reyni “Svartur sannleiki”. Ingálvur er eitt av okkara størstu listarfólkum, og í filminum hugleiðir hann um lívið bæði sum listafólk og sum heild. Eitt, sum hugtekur meg, hvørja ferð eg havi sæð filmin, er hansara leitan eftir tí, sum er rætt. Einastaðni sigur hann, at størsti trupulleikin er at man torir ikki, tað man skal. Tað er avbjóðingin. Vit vita, hvat vit skulu, men stóri spurningurin er um vit tora. Hetta er ein setningur, sum vit í leiðsluhøpi eisini kunnu taka til okkum. Tí mangan vita vit so væl, hvat vit skulu ella burdu, men tora vit.

Filmurin byrjar við, at listamaðurin fer undir ein nýggjan málning inni í sínum atelierið. Tað er tíðiligt, at her er hann tryggur í kitli og við pensli í hond frammanfyri tí hvíta løriftinum. Hann livir mitt í verðini. Ein nýggjur málning. Hann bakkar frá lørfitinum fer so nærri aftur, setir nakrar strikur og bakkar so útaftur. Tað er greitt nokkso skjótt, og hann sigur tað eisini sjálvur. “Tað er eitt stríð hvørja ferð.” Miðskeiðis í filminum vrakar hann tað mesta av tí hann hevur gjørt. Skiftir lit og flytir nakrar strikur, og so bráddliga er tað har. Tað, sum hann leitaði eftir. Sum hann sigur “Hetta hendi nú. Altso uppá eina lítla løtu.”

Tá eg hugsi um leiðslu og at náa fram til avgerðir, so er tað sum hjá Ingálvi. Tað er ein prosess, sum man má góðtaka. Hon er fløkt, hevur nógvar neuansir og kemur ikki av sær sjálvum. Svarini og avgerðirnar liggja ikki í byrjanini av prosessini. Vit mugu í gjøgnum hana og stríðið, zooma út og inn. Vraka, bakka og broyta, áðrenn vit finna tað besta svarið og eru tilreiðar at taka skilabestu avgerðina. Tess meira kompliserað málið er, sum loysast skal, tess størri er stríðið. Tað er hetta tolið, vit mugu hava, og seta álit á tíðina og okkara egnu tankar. Vera luttakandi og konstruktiv og eitt sindur kreativ mugu vit eisini vera viðhvørt.

Í filminum er Ingálvur síðst í sjeytiárunum. Hóast høgan aldur sigur hann “Eg royni at koma fram tiltað bestemta bílætinum, sum eg enn ongantíð havi megnað at gjørt. Kanska upplivi eg tað. Kanska ikki”.

Hetta við at leita eftir tí bestemta bílætinum ella hjá okkum leiðarum eftir tí røttu avgerðini má vera drívmegin. At taka góðar avgerðir, sum peika móti tí rætta. Tí sanna fyri okkara organisatión. Viðhvørt so nærkast vit, men so hendir okkurt, sum aftur broytir myndina og so mugu vit seta eina nýggja leiting í gongd. Viðhvørt villast vit og brúka drúgva tíð at finna aftur á beint. Og viðhvørt eru vit kanska eisini for fitt. Ella sum Ingálvur sigur einaferð øll listaverkini blivu seld eftir lítlari løtu á eini framsýning. “Havi eg verið for lekkur”. Ella sum tá hann manglaði pengar, og fór at mála uppá bestilling.

Svarti sannleikin er kanska, at vit mugu stríðast í okkara leiting, í prosessini fram móti bestu loysnunum. Og bestu loysnirnar eru væl tær, sum geva meining fyri tey vit leiða, teirra starv og okkum sjálvi. Hitt alternativið er, at vit sum leiðarar ikki tora at gera tað, vit skulu. Tá eru vit for lekkur, mála uppá bestilling og byggja ov nógv á hvítar lygnir og skjótar loysnir.

So heldur svartar sannleikar enn hvítar lygnir.

Eg tosaði í byrjanini um at tora tað man skal. Tað man veit, at man skal. Tora vit.

Spurningurin sum settur er á breddan fyri dagin í dag er “Skal tað geva meining?”

Í mínari verð hongur meining og dirvi sera tætt saman. Hevur man ikki dirvi at gera tað man skal sum leiðari, so fer leiðsluuppgávan í longdini ikki at geva stórvegis meining og so líðandi seyrar meiningsloysi út í fyritøku, stovn, felagsskap, politiskan flokk ella hvat tú nú leiðir. Hinvegin torir man at gera tað, man veit er rætt at gera, so er man eisini við til at spreiða meining í seg sjálvan og rundan um seg.

Torir man, so torir man eisini at mála onkrar málningar, sum misseydnast. Og mangan eru tað kanska teir, sum í bakspeglinum geva størst meining. Tí tað eru kanska akkurát teir sum dríva okkara verk og fáa okkum innaftur í atelierið at berjast við tað hví lørifti.

Eg vóni í dag at fáa fult av íblástri, amboðum og prátum, sum kunnu leiðbeina meg ja okkum øll á okkara leiðsluferð, hvar enn vit eru stødd. Um tað er í størri broytingartilgongdum, í rakstrarligum avbjóðingum, í vakstrarlopi ella kanska í einum persónligum karrieruskifti.

Við hesum orðum fari eg at seta leiðaradagin 2019 og ynskja øllum, luttakarum, fyriskiparum og ikki minst teimum seks tilnevndu ein góðan og gevandi leiðaradag.

Takk fyri!

Comments

Popular posts from this blog

Ein føroysk dystopi

  Í summar kom út bókin Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal, og lat tað vera sagt alt fyri eitt, at tað var ein fragd at lesa skaldsøguna . Dreymsótt er ein óunnilig  frásøgn úr framtíðini, ein sokallað dystopi ella marruskaldsøga. Í onkrum av heimsins pørtum er bókin kanska meira veruleikakend enn í øðrum, men í Føroyum eru hendingarnar tíbetur dystopiskar enn.   Evnini, sum høvundurin viðger, eru, eins og vanligt er í slíkum skaldsøgum, í stóran mun politiskt tengd. Ein forsøgn um, hvat kann hendan, um vit halda fram sum nú, og harvið ein harður kritikkur av dagsins samfelag.   Tráanin eftir óavmarkaðum valdi, møguleikarnir tøknin gevur slíkari tráan og langtíðaravleiðingarnar, ið maktgirnd hevur fyri fólk og samfelag, eru millum hesi evni. Frælsi mótvegis ófrælsi er gjøgnumgangandi temað í bókini. Bókin tekur støði í dagsins avbjóðingum og spurningum og málar eina døkka framtíð, um vit kritikkleyst góðtaka tíðarinnar rák.   Tá tú lesur eina slíka spenn...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Lykkenborg

Leikurin Lykkenborg er ein perla, sum við beinraknari kompositión og í hárfínari javnvág fær drigið áskoðaran inn í eina verð, sum er trúlig og ótrúlig samstundis. Smáu brotini byggja søguna upp petti fyri petti, eins og Lykkenborg varð bygd. Afturvendandi temuni minna okkum á, at alt er ikki ein bein strika, men kemur aftur og aftur í ymiskum skapum. Heilt frá skúlastovuni til lidnu borgina, frá innastu kenslunum til ráastu hendingarnar á Rødbygård. Leikurin og samleikurin syrgja fyri, at vit ongantíð missa tráðin og alla tíðina eru fangað í søguni. Fjølbroytta ljóðmyndin, einfalda og tó djúpa pallmyndin skapa saman við leitandi og ófrættakenda ljósspælinum karmar, sum undirbyggja og styrkja søguna uttan at yvirtaka ella doyva leikin. Fyri nøkrum vikum síðani visti eg einki um Lykkenborg . Einki um Pól Johannus, lítið og einki um Rødbygaard og als einki um sálarstøðuna og hugsunarháttin hjá einum ‘serskølti’ fyri 80 árum síðan. Eftir at hava sæð leikin Lykkenborg í Listastovuni í...