Skip to main content

Posts

Showing posts from 2020

Dreymur um Kampus Kambsdal

Fyri 40 árum síðani løgdu tríggjar framskygdar kommunur lunnar undir eitt samstarv, sum tær tá sóu stórar møguleikar í. Ein framkomin ítróttarhøll bleiv bygd í opna og víða dalinum miðskeiðis millum bygdirnar. Seinni í áttatiárunum sóu onnur eisini hesar møguleikar. Í 1990 lat nútímans handilsskúli dyrnar upp og trý ár seinni studentaskúli. Samstundis var bústaðarbyggingin farin at taka dyk á seg, og tað fjølgaðist á vinnuøkinum. Til gagns fyri bý og land eru vinna, vitan og fólk sprottin í 40 ár.  Vit kunnu bert ásanna at hesi átøk hava verið rík og munagóð. Fyri Fuglafjørð, fyri grannabygdir, fyri Eysturoynna og Norðoyggjar; ja fyri landið alt. Men Kambsdalur hevur meira. Har er bert ein lítil partur av góða byggilendinum brúkt, samstundis sum ferðsluútbyggingarnar kring okkum allar peika á hetta lendið og hendan dalin, sum eitt framtíðar kampus fyri vitanarmenning í breiðastu merking. Hyggja vit út í heim, so síggja vit vakstrarøki nærhendis stórbýum, men alíkavæl utta...

Sóttarhaldslesnaður

Í sjónvarpstíðindunum í gjár ráddi yvirlækni okkum til at vera heima sum mest, og landslæknin boðaði frá, at tá náttin var komin, mundu omanfyri 700 fólk sita í tvungnum sóttarhaldi í Føroyum. Í gerandisdegnum hava vit alsamt verri við at finna samanhangandi stundir til at lesa eina góða skaldsøgu. Men sóttarhald - tvungið sum sjálvboðið, fult sum hálvt - er eitt frálíkt høvi at lesa. Tíbetur eru vit føroyingar so hepnir, at vit hava føroyskar rithøvundar, ið skriva okkum føroyskar skaldsøgur. Í fjør komu óvanliga nógvar út, so har er nokk av feskum at velja í. Ein teirra er 'Ein táttur er silvur' eftir  Sólrun Michelsen . Ein søgulig skaldsøga, ið úr kvinnusjónarhorni lýsir eitt tíðarskeið í føroyskari søgu, sum higartil mest av øllum er lýst úr mannfólkasjónarhorni. Skaldsøgan er løtt at lesa og skilja, og vit fáa eina góða lýsing av lívinum í eini vanligari føroyskari familju, sum er fyri tí vanlagnu, at móðurin í húsinum doyr. Vit ferðast í millum eitt føroyskt bygdarlag og...

Eingin er orsøk

Mariumessa 25. mars er nakað heilt serstakt, tí ikki er hetta bara føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb og 9 mánaðir fyri jóladag. Hetta er eisini føðingardagurin hjá mammu míni, sum andaðist í 2011. So heitið móðurmálsdagur fær líkasum ein hægri týdning. Ímillum tey bæði Hammershaimb og mammu vóru 127 ár, og tó hava bæði havt eina avgerandi ávirkan á mítt mál, eins og aðrar føroyskar mammur og Hammershaimb hava havt fyri flestu føroyingar. Mamma man sum flestu mammur hava lært meg fyrstu orðini og ávirkað mín málsliga førleika. Ja kanska var ‘mamma’ mítt fyrsta orð. Og Hammershaimb, hóast hann ikki var høvuðsarkitekturin aftanfyri bulin í skriftmálsuppskotinum á sinni, so var hann høvuðsmaðurin at fáa okkara mál niður á pappír og prógva í verki, hvør dugur var í tí. Jú so ella so hevur hann lagt lunnar undir skriftmálið, ið vit hava havt so stórt gagn av síðan. Í dag kunnu vit staðfesta, at hóast føroyskt eins og flest onnur tungumál hevur avbjóðingar av ymiskum slagi, ið vit sjálva...

At skýggja

Í gjár borðreiddi løgtingsformaðurin við orðinum 'at skýggja', tá hann greiddi frá, hví bert 19 løgtingsfólk vóru møtt til fundar. Sí ljóðfílu. Hann mundi sagt 'fara í....', men vendi aftur. Tíbetur. Snøgt og hóskandi sagnorðnýtsla, men kanska nakað seint nú. Og tó. Nógv munnu komandi tíðina fara at skýggja, so kanska hetta er eitt alternativ til navnorðini sóttarhald, karantenu og isolatión, sum kunnu tykjast í so formalistisk, fremmand og kanska ómenniskjalig. Formaðurin gjørdi so eina roynd við einum sagnorði, sum sigur tað sama og kanska er bæði beinraknari og styttri. Stórar miðlasøgur kunnu birta lív í og avlíva orð og orðingar. Spennandi verður eisini málsliga at fylgja gongdini komandi tíðina. At skýggja merkir sambært Móðurmálsorðabókini: halda seg burtur frá, royna ikki at koma í samband við, skýggja fólk, sjúku o.tíl. So í so máta er tað sera neyvt. Og gott er helst hjá teimum, ið skýggja at kunna vera nógv í skýnum. Jú bæði tvey stavast við ý, hóast mangur m...