Skip to main content

Posts

Showing posts from 2019

12 til KVF

Mynd: kvf.fo Hvør valdagur er veitsludagur hjá fólkaræðinum. Tá eru flokkar og valevni til próvtøku og saman við teimum okkara einasti public service stovnur, sum ein óloysiligur hornasteinur í fólkaræðinum. Ymiskt var sjáldsagt, hvussu gekk hjá flokkum og valevnum, men okkara Kringvarp stóð royndina til eitt flott 12 tal. Vit blivu undirhildin og upplýst hvørt um annað. Fyrst gjøgnum útvarpslurtið í bili, til venjing og afturvið nátturðanum. Frálíkt útvarp. Livandi, er ligt og við innihaldi. Um áttatíðina varð skift yvir á sjónvarpið. Og her var dygd. Passalig ferð á og góð góðska á bæði myndum, ljóði, samanseting, journalistikki og redaktión. Einki drál og einki hálvt. Í sjónvarpsstovuni borðreiddu roynd og vitandi fólk við tølum, greiningum og kunnleika á ein lættan og elegantan hátt. Úti um landið syrgdu skilagóðir og vælupplagdir journalistar fyri áhugaverdum innsløgum frá degnum og livandi beinleiðis frásagnum, og í forhøll Kringvarpsins vóru fyrikomandi og kvikir...

Gestarøða á aðalfundi Lærarafelagsins 2019

Eg geri mær vanliga túrar eftir Gamla Leirvíksvegi. Av Varmakeldueiði og til Leirvíkar. Tað eru átta kilometrar í alt aftur og fram. Tá man nærkast Leirvík sæst yvir á Borðoynna á Háskúlan í Føgrulíð. Tá vakna visjónir og dirvi, og tankarnir um Símun og Rasmus og teirra ávirkan á føroyska samfelagið kunnu skjótt fáa hugin at sveima, so teir fýra kilometrarnir vestur aftur á Eiðið eru lættir. Hesir menninir, sum nærum bert við teirra egnu evnum og býanti fóru undir at menna føroyskt tilfar til frálæru og undirhalds, hesir menninir sum høvdu sum aðalmál at kveika føroyskan ungdóm, so hann var mentur at bera føroyska samfelagið fram sum eitt modernað samfelag. Teir sóu týdningin av teirra leikluti í einum størri og frameftirlítandi høpi í einum samfelag har vit ikki eingongd høvdu eitt fakfelag, og har læring ikki lág fremst í huganum á vanliga føroyinginum. Fiskaarbeið ella tænastugenta, ein kjansur undir Íslandi eftir fermingina ella húskallur var meira framtíðarmyndin man sá fyri før...

Føroyskt er eisini eitt fremmandamál

At lata sum um føroyskt er lætt hjá øðrum at læra, og at arbeiðsplássið, makin ella kommunali kvøldskúlin einsamøll loysa avbjóðingina, er naivt og kostar dýrt. Bæði her og nú fyri einstaklingin, sum hevur valt sær Føroyar sum sítt heim, og í longri høpi fyri samfelagið, sum gjarna skal inkludera og fáa gagn av teimum førleikum og møguleikum, ið hvør einstakur av okkum í breiðastu merking hevur. Hyggja vit í t.d. byggivinnuna, flakavirkisvinnuna og ferðavinnuna, so liggur parturin ikki eftir hjá teimum, sum hava eina aðra málsliga bakgrund enn ta føroysku. Tey eru mestur eisini Føroya fólk – ella hvussu?

Óneyðug ørkymlan

- um tilvildarligar broytingar í tímatalvuni Skapandi lærugreinir á tímatalvuna, fólkaræðið á tímatalvuna, floksins tíma á tímatalvuna, meira handverk, meira mál, heimspeki, sjóvinnu, samfelagsfrøði, rógving, gaming, forritan, føroyskan dans, fólkaheilsu, sálarheilsu, fótbólt, íverksetan. Jú, ynskini um at vinna evnum og lærugreinum lógarkravdan innivist á tímatalvuni í føroyska fólkaskúlanum tykjast óendalig, og tað nýggjasta er, at børnini eru troytt, tí tímatalvan er ov umfatandi.

Setanarrøða - leiðaradagurin 2018

Góðan morgun Ja so er longu eitt ár síðan, man seinast stóð her á ársins leiðaradegi 2018. Tá var tað fyri at móttaka heiðurin ársins leiðari innan tað almenna. Eitt herðaklapp, sum eg sjálvsagt bæði vegna meg sjálvan, men sanniliga eisini vegna Miðnám á Kambsdali og mínar starvsfelagar, eri sera errin av. Tí slíkur heiður er jú eitt herðaklapp til alt virksemið á okkara kæra skúla, sum er úrslit av eini av mongum samanleggingum av almennum stovnum seinnu árini.